Trýst á stillarum í Kvívík

Nógv tos hevur verið um kommunuvalið í Kvívík. Nú er málið komi so langt, at stillararnir skulu svara einum skrivið frá Innlendismálaráðnum. Staðfestir svarið, at okkurt fór skeivt fram á valinum, so verður umval

26. novembur skrivaði Sosialurin um, at nøkur valevnir kendu seg forðaði at stilla upp í Kvívík. Tey høvdu sent kæru til Innlendismálaráðið, har tey greiddu frá, at lógin ikki var fylgd til kommunuvalið. Seinni kom fram, at listi A, ið hann verður kallaður var kliptur og klistraður, og tað er ikki at fylgja lógini um uppstilling. Nú er málið komi so langt, at stillararnir á lista A, skulu avgera, hvørt umval verður í Kvívík ella ikki.

Í skrivinum, sum innlendismálaráðið hevur sent stillarunum, skulu tey greiða frá, um somu nøvn eru á listanum tey skrivaðu undir uppá, og á listanum, ið endaliga var latin inn. Samsvarar hetta ikki, verður úrslitið helst umval.


Kæra frá hinum

Upprunakæran kemur frá Soffi Egholm, ið heldur uppá, at heilt nógvar ólógligar hendingar fóru fram, tá vallistarnir skuldu inn. Hon heldur somuleiðis uppá, at hon hevði fingið størri vald, um valið fór fram lógliga.

Sum skilst var orsøkin til, at listin var broyttur stutt fyri freistina, at Heini Holm, fyrrverandi borgarstjóri og ein av stillarunum á lisa A, ikki vildi hava Tórarinn Didriksen á listan, og avgjørdi tí at bróta listan.

Í evsta føri, kann henda skjóta avgerð hava við sær, at kvívíkingar sleppa á val einaferð enn.


Ógreiðar søgur

Í øllum málinum hevur tað verið soleiðis, at søgurnar hjá pørtunum hava verið sera ólíkar, og tí er øll støðan serliga fløkt.

Tó er greitt, at valstýrið góðkendi báðar listarnar, hóast annar var kliptur og klistraður. Hetta váttaði Tummas Marni Joensen 26. novembur, tá málið fyrstu ferð var í blaðnum.

Málið er í dag komi so mikið langt, at 8. januar skulu stillararnir hjá lista A, sum ivi er sáddur um, avgera, hvørt umval verður ella ikki.

Stillararnir hjá lista B skulu eisini vátta, um teirra listi var rætt gjørdur. Teir hava fingið freist til 12. januar.

So menn kann róliga siga, at nógv trýst er á stillarunum til kommunuvalið í Kvívík, har bygdarráðið longu hevur tikið við og kanska bert situr sum ein fyribilsloysn.