Alex Mellemgaard skal í dag til tannlækna. Hann fær ikki etið og má brúka súgvurør fyri at fáa vatu í kroppin, eftir at hann kom ringast frá einum samanstoyti við einum viðspælara og einum mótspælara. Úrslitið varð, at Alex Mellemgaard fekk eina gaggu sendandi í andlitið. Aftaná kundi fyrrverandi AB spæalrin spýta ikki færri enn tríggjar tenn úr út.
Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, at Christian í Garði tvísporar við bóltinum á síðulinjuni í høgru. Símun Joensen, liðfelagi hjá Alex, eltir skjóta vongin, tá Alex Mellemgaard taklar.
- Eg taklaði, men tað endar við at teir báðir renna inn í meg. Eg fái eina gaggu beint í andlitið og føldi beinanvegin, at at fleiri tenn brotnaðu, tí eg hevði fleiri petti í munninum, greiðir Alex Mellemgaard frá.
- Eg spýtti tey út, men fann tey ikki aftur, leggur Alex afturat.
Í løtuni tá tað hendi fekk Alex ilt, men í dag er pínan ikki so nógv. Hann hevur tó trupulleikar við at eta og drekka, og so er hann farin at lespa eitt sindur.
“Áh góðasti”
Tað gekk rúm tíð, áðrenn Alex Mellemgaard fekk møguleika at eftirmeta skaðan sjálvur.
- Eg føldi við tunguni, at her vóru fleiri tenn brotnaðar. Tá eg kom á bonkin, so hugdi Sámal Erik Hentze upp á meg og so segði bara; “áh góðasti”, greiðir Alex frá.
Alex bleiv sitandi á bonkinum til dysturin var liðugur, men longu á veg móti AB húsinum kom látur í millum spælararnar hjá B36.
- Teir flentu allir eftir mær, sigur Alex, sum fyrst slapp at síggja úrslitið av samantoytinum, tá hann kom oman í skiftirúmið.
- Eg vóni at fáa alt gjørt sum áður. Tannlæknar duga sína ting, so tað ivist eg ikki í, sigur Alex Mellemgaard áðrenn hann ger klárt at fara til tannlækna.
Nógv “likes” á Facebook
Alex dugdi eisini at síggja tað stuttliga í hendingini. Hann tók eina sokallað “selfie”, har tú avmyndar teg sjálvan við fartelefonini. Myndin hevur í skrivandi stund fingið 228 likes og 46 viðmerkingar eru undir myndini.
- Eg havi ongantíð fingið so nógvar reaktiónir upp á eina mynd á Facebook, men tað er bara stuttligt, sigur Alex Mellemgaard.
Ein vinmaður skirvar, at Alex nýtist ikki at gera nakað við tað, tí hann hevur sett nýtt met í “likes”, meðan onkur annar skemtiliga spyr um teir skulu fara ein túr oman á Hvonn.
Serligt at spæla móti AB
Alex Mellemgaard er argjamaður og hevur bara spælt við AB í bestu deildini undan hesum kappingarárinum. Fyri Alex var talan um ein serligan dyst.
- Tað er eitt sindur serligt at spæla móti AB. eg eri jú av Argjum og havi altíð spælt við AB. Eg kenni øll fólkini í felagnum og flestu spælararnar, sigur Alex Mellemgaard, sum eftir ein steðg frá fótbóltinum valdi at byrja aftur í B36.
Hóast talan var um barndómsfelagið hjá Alex, so var fokus á at vinna fyri B36.
- Eg hugsaði bara at vit skuldu vinna hendan dystin. Fótbóltur er fótbóltur og tað ræður um at vinna, sigur Alex Mellemgaard at enda.
Trý stig, tríggjar brotnar tenn, 228 likes og eina avtalu við tannlæknan. Tað var hvat Alex Mellemgaard fekk burtur úr leygardagin á Argjum.