Trý tap ímóti Italia í trimum dystum

Føroyar hava í søguni møtt Italia tríggjar ferðir í HM og EM dystum, og hava tapt allar

Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska A-landsliðið í manshondbólti triðja og seinasta HM-undankappingardystin í HM-undankappingini, sum fer fram í Bolzano í Norðuritalia í hesum døgum.

 

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2. Helgi H. Hoydal verður viðmerkjari. Frásøgnin kann hoyrast á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. 

 

 

Fyrsta dystin taptu Føroyar 22-30 ímóti Ukraina, og ígjár taptu Føroyar 20-28 ímóti Rumenia. Leikliga og avriksliga stendur dysturin ímóti Rumenia tó sterkari í myndini.

 

 

Føroyar hava tríggjar ferðir áður møtt Italia í HM og EM-dystum. 

 

 

Fyrstu ferð var til C-HM kappingina, sum var í Føroyum í 1980. 2. februar í 1980 frammanfyri einari fullsettari høll á Hálsi taptu Føroyar tepurt 23-24 ímóti Italia.

 

 

Í 2008 og í 2009 spældu Føroyar EM-undankappingardystir ímóti Italia. 30. november taptu vit á útivølli 23-30 ímóti Italia, og á heimavølli 13. juni taptu vit 22-28 ímóti Italia. Í heimadystinum vóru vit tó á odda 13-12 í steðginum.