Trý tilboð uppá asfalteringina av Vágatunnlinum

Landsverkfrøðingurin fekk trý tilboð uppá at leggja slitlagið av asfalti í og við undirsjóvartunnlinum um Vestmannasund. 55.000 krónur eru á muni millum hægsta og lægsta tilboðið.

Tríggir bjóða sær til at asfaltera undirsjóvartunnilin um Vestmannasund. Landsverkfrøðingurin bjóðaði herfyri út arbeiðið at leggja slitlag av asfalti á koyribreytirnar í tunnlinum, umframt á økjunum við báðar tunnilsmunnarnar. Tilsamans er talan um 10.000 tons av asfalti, sum skulu leggjast á vegin.
Teir tríggir, sum bjóðaðu uppá asfalteringina vóru IR Lastvognar, Niels O. Joensen og Gestur Hansen. Teir báðir seinastu bjóðaðu uppá arbeiði saman við øðrum. Bíligasta tilboðið eigur Gestur Hansen, sum bjóðar sær til at gera arbeiðið fyri 15,50 krónur fyri tonsið av asfalti, ella fyri tilsamans 155.000 krónur. Næstlagsta tilboðið kom frá Niels O. Joensen, sum bjóðar sær til at gera arbeiðið fyri 18,90 krónur fyri tonsið, ella fyri tilsamans 189.000 krónur. Tilboðið frá IR Lastvognum ljóðaði uppá 21 krónur tonsið, ella tilsamans 210.000 krónur.
Sostætt lægsta tilboðið 55.000 krónur - tað er umleið ein fjórðapart, bíligari enn dýrasta tilboðið. Landsverkfrøðingurin fer nú at samráðast við tann, sum hevði bíligasta tilboðið, um at fáa arbeiðið gjørt.
Arbeiðið at leggja slitlagið av asfalti á koyribreytirnar í tunnlinum og á økini báðu megin tunnilin er mett at taka umleið tvær vikur at gera.