Ítróttahús byggjast við Tórsvøll

Serliga fimleikurin fær gleði av nýggja bygninginum við norðara enda á Tórsvølli, sum býráðið nú hevur samtykt at byggja. Fimleikurin hevur í mong Harrans ár verið við sviðusoð í høvuðsstaðnum. Tvey feløg eru í býnum, og meðan annað teirra ? Havnar Fimleikarfelag ? hevur nýtiligar umstøður í høllini á Stórheyggi, so hevur hitt felagið - Ljósið - verið mest sum húsvilt.

Men nú skal hetta broytast. Tí nú hevur býráðið samtykt, at byggja ein ítróttarbygning við norðara enda á Tórsvølli, sum í størstan mun verður fimleikinum at bata.

Men bygningurin er ætlaður at rúma so mongum øðrum eisini. Eitt nú skal nýggi bygningurin, sum verður í trimum hæddum, ovast húsa sersambondunum í ÍSF. Síðani sersambondini øktust í tali, hava verið stórir hølistrupulleikar í verandi ÍSF-húsum.

Í hvør sínum enda av bygninginum verða vanligar fimleikahallir til rútmiskan fimleik, og í miðuni ein størri høll, sum er býtt upp í tvey: ein til amboðsfimleik við øllum teimum amboðum, ið har tilhoyra, og ein partur, ið hevur hitt serliga sonevnda Reuther-gólvið. Eisini skulu trampolinir verða í hølunum.

Tað serliga verður eftir ætlan, at veggirnir millum hallirnar skulu kunna takast burtur, so talan verður um eina stóra høll.