Ítróttaháskúlin sett veðurlagsbroytingar á breddan

Ein má byrja við sær sjálvum, er niðurstøðan.

Í vikuni hava næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroynni sett veðurlagsbroytingar á breddan.

 

 

Kjakast hevur verið um veðurlagsbrotingar, umhvørvisdálking, avleiðingar, og hvat kann gerast fyri at bøta um ella avmarkað árinini.

 

 

Næmingarnir komu fram til, at tað fyrst og fremst er ein vana- og hugburðsbroyting hjá tí einstaka, sum skal til. Í hesum sambandi hava næmingarnir orðað sín egna umhvørvispolitikk fyri várskeiðið við einum lista á 25 punktum, skrivar Ítróttaháskúlin á sínum facebook vanga.

 

 

Á myndini síggjast punktini, sum næmingar settu á listan.