Ítróttarbarnagarður á Svangaskarði

Eina tíð hevur verið arbeitt við ætlanini, at Barnagarðurin á Svangaskarði skal verða ein sokallaður Ítróttarbarnagarður Hóast Barnagarðurin á Svangaskarði ikki hevur tær bestu umstøður innan til at íðka nakran ítrótt, so eru umstøðurnar rundan um av teimum bestu.

Á heimasíðu síni skrivar Nes Kommuna, at ítróttarøkið á Svangaskarði liggur beint uttanfyri stóra spæliplássið ið hoyrir til Barnagarðin, umframt allan tann hagan, ið eisini liggur beint við. Tá so brúk er fyri at verða innandura, eru børnini í skúlanum. Tvær ferðir um vikuna eru børnini í nýggju fimleikarhøllini í Tofta Skúla, og eina fer um vikuna gera tey brúk av svimjihylinum.

Kommunan sigur, at starvsfólkini í Barnagarðinum eru sera spent upp á hesa verkætlan, sum er væl móttikin av bæði børnunum sjálvum og foreldrum teirra. So vónirnar eru góðar fyri at fyrsti sokallaði Ítróttarbarnagarður í Føroyum fer at virka.