Tá eitt nýtt skúlaár byrjar í august, byrjar samstundis tann triði árgangurin av næmingum á serligu ítróttarbreytini, sum Føroya Handilsskúli á Kambsdali nú hevur havt í tvey ár. Á ítróttarbreytini ber til hjá ungum og evnaríkum fótbóltsspælarum at ganga á ítróttarskúla og miðnámsskúla í senn.
– Vit hava alla tíðina havt eitt ynski um, at ítróttarbreytin kundi fevnt um aðrar ítróttargreinar eisini, men fíggjarligi karmurin loyvir tí ikki. So skulu vit fáa aðrar ítróttargreinar við, má í øllum førum meira fígging til, sigur Páll Isholm, deildarstjóri á Føroya Handilsskúla á Kambsdali.
– Í aðrar mátar hevði einki verið til hindurs fyri tí, tí vit hava fysiskar karmar í grannalagnum, eitt nú eina ítróttarhøll, umframt at her á leiðini eru fleiri ítróttarfeløg av ymsum slag. Og tað hevði heldur ikki kravt stórvegis tillagingar, um onnur enn fótbóltsspælarar skuldu fylgt breytini, sum hon er skipað og løgd til rættis nú.
At talan hetta triðja árið eisini bert verður um eitt tilboð til fótbóltsspælarar, hevur tó ikki verið nøkur forðing fyri, at áhugin hevur verið stórur, tí tey bæði undanfarnu árini hevur næmingatalið ligið um 15-16, og Páll Isholm væntar, at talið verður uppaftur hægri enn tað næsta skúlaár.
Eisini uttanlands
Í hesum døgum verður søkt eftir næmingum til tær ymsu útbúgvingarnar, og fótbóltsspælarar kunnu tí søkja á ítróttarbreytina, samstundis sum teir søkja á FHS, tvey ára HH- ella trý ára HH-útbúgving á Kambsdali. Umsóknarfreistin er úti um góðar tvær vikur, tann 15. mars.
Á ítróttarbreytini er høvi hjá ungu næmingunum at liva sum ítróttarfólk, so teirra gerandisdagur eitt nú er merktur av røttum livihátti og miðvísari venjing. Talan er um tilsamans fýra tímar um vikuna, sum eru knýttir at ítróttarbreytini, har venjingarnar verða fyriskipaðar av venjarum við hægstu førleikum. Í ár er Sigfríður Clementsen høvuðsvenjari á ítróttarbreytini.
– Tey ungu hava verið ófør at møtt upp, sjálvt um venjing stendur á skránni tíðliga vetrarmorgnar, og í allar mátar hevur ítróttarbreytin riggað væl higartil. Tey bæði farnu skúlaárini hevur verið skipað fyri lestrarferð og venjingarlegu uttanlands, sigur Páll Isholm.
– Í báðum førum hevur ítróttarbreytin vitjað danska felagið AaB, har næmingarnir hava búð saman við javnaldrum á AaB College í Aalborg, vant hvønn dag og annars verið við til venjingar og sæð dystir. Bæði árini hevur talan verið um væleydnaðar ferðir, so hildið verður fram eftir hesum leisti eisini komandi skúlaár.