Ítróttardagur fýri sálarliga veik og starvsfólk

Stuðulstænastan hjá Nærverkinum og Sinnisbati fara nú at halda ítróttardag í Leirvík Ítróttardagurin, sum verður á ítróttarøkinum í Leirvík fríggjadagin 15. maj 2009 frá klokkan 8.30 til 16, er ætlaður fólkum við avmarkaðum sálarligum førleika og starvsfólkum, ið arbeiða á hesum øki.

Brúkarar og starvsfólk luttaka á jøvnum føti í teimum ymisku ítróttargreinunum og endamálið við er fyrst og fremst at hava tað stuttligt saman, at røra seg og ikki minst, at knýta samband ímillum tey luttakandi.

Men er tað onkur, sum ikki kann, ella vil vera við í sjálvum kappingunum, eru tey tó vælkomin við sum fjeppari.

Kappast verður í fótbólti og boccia fyrrapartin og stafett-renning og rundbólti seinnapartin.

Hvør íðkadi kann vera við í tveimum ítróttargreinum, einari fyrrapart og einari seinnapart og tá kappingarnar eru lidnar, verða heiðursmerki latin vinnandi liðunum og einstaklingunum.

Luttøkugjaldið er 150 krónur og tá er morgunmatur, frukt, kaffi, te, kakur og borðhald við í prísinum.

Boðast skal frá luttøku í seinasta lagi hósdagin 7. maj á telefonnummari 76 43 01 ella 76 43 02 ella við at senda teldubræv til: [email protected].