Í gjár varð skipað fyri ítróttarstevnu fyri fólki við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Hetta er á triðja sinni stevnan er í Lorvík. Ítróttarstevnan, sum er við til at knýta vinarbond og skapa ein góðan dag við góðum minnum, verður hildin uppá skift millum Vágar, Tórshavn, Suðuroy og Lorvík.
Kl. 10 komu fólk í bygdarhúsið í Lorvík úr at kalla øllum landinum. Tey vórðu skrásett, fingu kappingarblusu, ið Betri og Klaksvíkar kommuna høvdu stuðlað, og tekna seg til ymsu kappingarnar. Til bar at tekna seg til boccia, brotssparkskapping og fótbólt, og eisini kondi-bingo. Fyrireikarar av hesum tiltaki eru tey, ið starvast sum stuðul út frá “Gloym meg ei” í Norðragøtu, ið veitir ymisk tilboð til fólk við ymiskum avbjóðingum.
Eftir innskrivingina varð boðið til morgundrekka í bygdarhúsinum, og helt borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen røðu og beyð teimum 170 luttakarunum ein góðan dag.
Síðani varð gingið niðan á vøllin sum ein upphiting. Uppi á vøllinum varð hildið fram við linedans, áðrenn farið varð til ymsu kappingarnar, ið fólkini høvdu teknað seg til. Eisini luttók stjórin á Almannaverkinum, Edvard Heen, í kappingunum.
Ein frálíkur dagur við nógvum møguleikum, sum tey ymsu tóku til sín við eldhuga, tó at nógvur látur og gleði eisini var at síggja.