Ítróttarhøllin reist

Nú kunnu hoyvíkingar av álvara fara at gleða seg til nýggja ítróttarhøll, tí í vikuni varð høllin reist

 

Nýggja høllin í Hoyvík er farin at fáa rætta skapið. Í hesi vikuni varð høllin reist, og føroyska Merkið varð vundið í húnarhátt.

Eitt tað seinasta, ið fyrrverandi borgarstjórin Leivur Hansen gjørdi í almennari tænastu, var, at hann setti spakan í, so byggingin av ítróttarhøllini kundi fara í gongd.

Tað gongur við rúkandi ferð hjá arbeiðsmonnunum uppi í Hoyvík, og nú nú skal høllin innilokast.

Tað er tó ikki bara í Hoyvík, at tey fáast við at byggja ítróttarhøll. Eisini á Eiði er arbeiðið uppá nýggja høll farið í gongd, og har fer ein nýggj høll at standa.