Ítróttarhøllin á Sandi bjóðast út í november

Fyrst í næsta ári er ætlanin at arbeiðið at byggja ítróttarhøllina á Sandi, skal byrja Hetta upplýsir Helena Dam á Neystabø, eftir at Kári á Rógvi, tingmaður, hevur spurt hana.

Í ár eru bara tvær milliónir settar av til ítróttarhøllina, men landsstýriskvinnan staðfestir, at politiskur vilji er at játta pening til høllina, tó má hon í mesta lagi kosta 27 milliónir.

Annars sigur hon, at longu nú í september verður arbeiðið boðið út at gera lendið byggibúgvið og tað arbeiðið skal byrja í næsta mánaði.

Annars verður sjálv prosjekteringin gjørt liðugt í heyst, og arbeiðið at byggja høllina verður boðið út í november.

- Ætlanin er, at samráðingarnar við arbeiðstakaran skulu verða lidnar í desember mánaði, soleiðis at endaligur byggisáttmáli kann verða undirskrivaður fyri árslok. Sostatt verður miðað eftir, at byggingin kann byrja fyrst í komandi

ári, sigur Helena Dam á Neystabø.

Tað er landið, sum byggir ítróttarhøllina og politiskar røddir hava verið frammi um at byggja hana saman við frítíðardeplinum, sum nú verður bygdur í Skálavík fyri at spara pening og, ikki minst, fyri at spara rakstrarútreiðslur.

Men landsstýriskvinnan heldur fast við, at ítróttarhøllin skal byggjast við Meginskúlan á Sandi.