Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, ber til at lesa alt um dagsins dyst í Effo-deildini millum HB og Víking. Serliga dómarin, Lars Muller, hevur verið í andglettinum eftir dystin, eftir at hann brádliga kolldømdi sigursmálið hjá Víkingi 52 sekund eftir at tað var skotið.
Eisini ber til at lesa alt hinar dystirnar í Effo-deildini, har Suðuroyingar um vikuskiftið fyri fyrstu ferð taptu ein heimadyst í Effo-deildini.
Víkinga leikarin, Hanus Jacobsen, ið skoraði kolldømda málið hjá Víkingi í gjár, svarar fimm skjótum spurningum, meðan samrøður eisini eru við ársins flogbóltsleikarar hjá kvinnum og monnum, sum um vikuskiftið vóru kosin.
At enda ber eisini til at lesa um gallaveitsluna í hondbólti um vikuskiftið, um útisetarnar, har tað gongur serliga væl hjá Gilla Rólantsson Sørensen, sum merkir at tað gongur hansara veg í løtuni, og um U-17 landsliðið, sum hesa vikuna fer undir søguliga hending fyri føroyskan fótbólt, tá tað sum tað fyrsta føroyska landsliðið nakrantíð fer at spæla eitt EM-endaspæl.