Ítróttarstjórin takkar fyri seg á Argjum

Thomas Juul Thomsen er ikki longur virkin í nevnd hjá Argja Bóltfelagi.

Tá ið besta liðið hjá AB hevur skrivað sáttmála við nýggjan leikara, hevur verið vanligt, at leikarin hevur havt ein smílandi ítróttarstjóra hjá FC Argir, Thomas Juul Thomsen, við sína lið, tá ið mynd er blivin tikin fyri at almannakunngera sáttmálan. Hetta er tó blivið gjørt fyri seinastu ferð á hesum sinni.

 

Í dag boðar AB nevniliga frá á heimasíðu sínari, at Thomas Juul Thomsen hevur takkað fyri seg í felagnum. 

 

Av fyrstan tíð kom Thomas Juul til AB sum málverji í 2010, men seinni fór hann upp í nevndarvirksemi í felagnum. Hann hevur verið virkin í FC Argir, sum rekur besta mansliðið hjá AB, í fleiri ár, og í ár hevur hann eisini sitið í nevndini hjá Argja Bóltfelagi. 

 

Við heimasíðuna hjá AB sigur Thomas Juul Thomsen, at tíðin var komin at taka ein steðg.

 

- Eg eri gladur fyri at hava havt møguleikan, og eg ynski øllum á Argjum alt tað besta, sigur Thomas Juul Thomsen við ab.fo.

 

Hin 24 ára gamli Thomas Juul Thomsen er eisini kendur sum hondbóltsdómari, har hann og Eyðun Samuelsen eru dómarapar.