Sp/f Ítróttavedding aðalfund og metstóra útlutan á góðar 20 milliónir krónur. Sp/f Ítróttavedding er sett á stovn sambært løgtingslóg og kann millum annað gera avtalur við feløg, ið ynskja at bjóða út veddingarspøl í Føroyum. Avtalur eru við trý feløg, sum bjóða síni spøl út í Føroyum. Avtalan við Danske Spil, er tann, ið kastar nógv tað størstu upphæddina av sær.
Partaeigarar í Sp/f Ítróttavedding eru Ítróttasamband Føroya, Føroya Ungdómsráð og Føroya Landstýri. Avlopið av veddingarspølum, sum Danske Spil hevur í Føroyum, verður borið aftur til Føroya.
Yvirskotið hjá Ítróttavedding, verður sambært løgtingslóg útlutað soleiðis: 60 prosent ÍSF, 20 prosent FUR, 15 prosent Mentamálaráðið til barna og ungdómsarbeiði og 5% MBF.
Metstórt yvirskot
Síðani 1999 hevur samlaða útlutanin til føroyskt ítrótta-, menta- og ungdómsarbeiði verið góðar 181 milliónir krónur. Vøksturin í útlutanini hevur verið nøkulunda javnur hesi árini, tó hevur seinasta árið verið metár, soleiðis at góðar 20 milliónir krónur verða afturbornar fyri spøl í 2016.
Viðvirkandi til metið er ein regulering av avgjaldi av vinningum í Føroyum, sum eftir órøttum ikki er flutt, eins og rættiliga stóru vinningarnir, sum føroyingar hava vunnið í fjør, ávirka útlutanina rætta vegin.
Nevndin í Ítróttaveddding er mannað soleiðis:
Petur Ove Petersen, formaður (valdur av ÍSF)
Sigmund Poulsen, varaformaður (valdur av FUR)
Rói Poulsen, nevndarlimur (Valdur av FUR)
Gudrun Mortansdóttir Nolsøe, nevndarlimur (vald av Føroya Landsstýri)
Anna Rein, nevndarlimur (vald av ÍSF)
Petur Elias Petersen, nevndarlimur (valdur av ÍSF)
Sølvi Reinert Hansen, nevndarlimur (valdur av ÍSF)