Vestmanna: Tað er roynt áður, og verður í kvøld klokkan 20 endurtikið, at skipa fyri eini serstakari ítróttargudstænastu. Hetta er í mangar mátar ein vanlig gudstænasta, har ítrótturin á ein hátt er tema fyri innihaldi og prædiku. Tað verður Theodor Olsen (myndin), prestur í Kvívík sum fer at prædika. Gudstænastan byrjar klokkan 20 og verður hildin í Vestmanna kirkju. Óhugsandi er ikki, at fleiri VÍF'arar og onnur ítróttarfólk í Vestmanna vera við.