Ítróttur og rúsdrekka til nýggja viðgerð

Tað var sjálvur forsetin í ÍSF, Petur Elias Petersen, sum vælsignaði avtaluna ímillum Neistan og bryggjaríið Okkara, um at Neistin skuldi spæla við búmerkinum hjá bryggjaríðnum á blusunum. Tað staðfestir ÍSF forsetin fyri Rás2 nú seinnapartin.

Hann sigur, at ÍSF tulkar tað reglarnar soleiðis, at hetta er lógligt.

Hann vísir á, at stevnumiðini hjá ítróttarfelagsskapinum siga, at ÍSF skal hava ein tálmandi hugburð og hann heldur, at eitt lítið búmerki er alvorliga tálmandi, heldur enn at gera beinleiðis tiltøk saman við einum bryggjaríið.

Men tað hevur elvt til kjak, at bæði HB og Neistin hava spælt við lýsingum fyri eitt bryggjarí og nú verður spurningurin tikin upp á næsta fundi í stjørnini í ÍSF.

Tá fara vit at taka alt hetta málið upp av nýggjum og at viðgerða sambandið ímillum rúsdrekka og ítrótt.