Ítrótturin og eldsálirnar!

Tað er ongin loyna, at eg havi stóran áhugað í at ítrótturin hevur góðar karmar at virka undir. Eg havi alt mítt lív verið partur av ítróttinum, og havi í ítróttinum havt ómetaliga nógv góð upplivilsir. Fólk sum eru partur av at íðka og partur av einum góðum felagsskapið, enda oftani sum nevndarlimir ella venjarar í ymisku feløgunum, tað er oftani her at eldsálir verða skaptar. Eldsálirnar hava so ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðan í okkara ríku kommunu, og vit eiga ikki at gloyma, at vísa okkara eldsálum takksemiðm fyri tað góða arbeiði tey gera í okkara kommunu.

Tá talan er um ítróttarfeløg í Tórshavnar kommunu, so er listin sera langur. Talan er um eina rúgvu av ymiskum ítróttargreinum, har allar nevndir er sjálvboðin fólk, sum hvør í sínum lagi leggur nógva orku í hettar sjálvbodna arbeiði, eitt ólønt starv har viljin fyri felagsskapinum drívur verkið. Tað er heilt fantastiskt at vit í Tórshavnar kommunu eiga so nógvar eldsálir, sum dagliga eru við til at skapa eitt ríkt og gott umhvørvi til okkara íðkarar. Tórshavnar kommuna kann ikki fara út at løna øllum hesum eldsálunum, men tað er møguligt hjá Tórshavnar kommunu at gera arbeiði lættari út í hesum ymisku ítróttarfeløgunum. Her hugsi eg um karmarnar hjá feløgunum at virka undir, her kann Tórshavnar kommuna gera sína ávirkan. 

Eg ynski at arbeiða fyri at øll ítróttarfeløg í Tórshavnar kommunu fáa enn betri karmar at virka undir. Eg eri klárur yvir at listin er langur, og at tað eru sera nógv góð ynskir um hvat skal gerðast, og hettar ynski eg at arbeiða við, í samráð við feløgini. Haldi at tað er hevur týdning at Tórshavnar kommuna lurtar eftir eldsálunum í teimum ymisku ítróttarfeløgunum, sum dagliga virka úti í feløgunum. Tey kenna tørvin, og vita hvat skal til at gera teirra arbeiði lættari og betri. 

Men eg vóni at eg fái møguleikan at gera mína ávirkan galdandi. Hettar krevur tó at eg fái stuðul til komandi býráðsval, og at eg verið valdur inn, soleiðis at eg kann verða við til at stimbra ítróttinum í Tórshavnar kommunu, og samstundis gera arbeiði hjá okkara fantastisku eldsálum enn lættari og betri at virka undir. 

Set X við Dánial Hansen,

valevni fyri fólkaflokkin