Mitt í nátt ringdi fólk á Tvøroyri til løgregluna at boða frá, at tað luktaði av ammoniakk.
Løgreglan sigur, at talan var um fólk, sum búðu beint niðan av havnalagnum, har uppsjóvarvirkið hjá Varðanum Pelacig stendur.
Virkið fór illa av eldi fríggjadagin og tá vórðu fólk biðin um at fara av Tvøroyri, nettupp tí at nógv ammoniakk er á virkinum og tað var var farið at leka úr tangunum. Ammoniakk er lívshættisligt at anda í seg og tí lá Tvøroyri mestsum manntómt tað mesta av fríggjdagin, tí fólkið leitaði sær skjól aðrastaðni í oynni.
Og tað var ikki fyrrenn seint leygarmorgunin at tey seinastu sluppu heim aftur.
Og nú tey føldu lutkin av ammoniakk í nátt, stúrdu tey fyri, at trygdin var í vanda og tískil boðaðu tey løgregluni frá.
Men løgreglan sigur, at ongin vandi var á ferð. Løgreglan settu seg í samband ið sløkkiliðið í Suðuroy, sum framvegis hevur fólk gangandi á vakt við virkið sum brendi, men boðini eru, at tað er ikki óvæntað, at fólk føla lukt, serliga nú tað er stilt, og tað kunnu tey kanska eisini vænta nakrar dagar enn.
Men talan er um so smáar nøgdir, at tað er ikki til nakran vanda, sigur løgreglan.