– Tað er rættiliga forargiligt at missa so seint í dystinum, tí hóast eitt støðugt trýst móti okkum allan seinna hálvleik, so trúðu vit, at vit fóru at klára tað. Serliga tí, at tað ongantíð veruliga eydnaðist teimum at spæla seg ígjøgnum, vísir gøtumaðurin á Argjum á. Hanus Jacobsen heldur annars, at útvísingin í fyrra hálvleiki fekk stóra ávirkan á dystin. – Tá mugu vit leggja okkum at verja, umframt at vit mugu renna fyri hann (Jón Nielsen, blðm.) eisini, og tað krevur nógva orku, metir Hanus Jacobsen, sum eisini heldur, at tað ikki hevði verið óuppiborið, um AB fekk eitt stig í gjár.