Tráðumenn í regni við Leitisvatn

Umleið hálvthundrað luttakarar meldaðu til sílafiskikappingina, sum skótarnir í Vágum skipaðu fyri fríggjakvøldið

Við Leitisvatn:Tann, sum fekk mest í vekt, fekk 20 síl, sum vigaður 2,3 kg. Tann, sum fekk tað størsta sílið, fekk bara eitt. Tað var 40,5 cm langt og vigaði eitt pund.

Tað situr ein smádrongur so hugagóður við tráðu á einum stabba niðan fyri Leitisrætt. Tað er Magnus Fríði úr Vestmanna, sum er við pápabeiggjanum og systkinabørnunum og fiskar síl á Leitisvatni. Hann hevur meldað seg til fiskikappingina, sum Skótalið Mikkjals á Ryggi skipar fyri.

Har standa bilar mestsum allan vegin fram við Vatnavegnum. Fólk sita niðri við vatnið við tráðu og síggja ógvuliga hugagóð og upptikin út. Eisini hinumegin vatnið - ta megin, tað verður nevnt Sørvágsvatn- er væl av fólki at síggja.

Men ikki letur til, at fiskiskapurin er nakað serligur, tí dúgliga verður gingið aftur og fram og flutt stað úr stað.

Og gamalt er, at tann, sum siglir nógv, fiskar lítið. So einki sær út soleiðis.

Men Magnus Fríði verður sitandi. Hann tekur inn og hyggur at reiðskapinum. Hvat tað er, sum hent er, veit hann ikki reiðiliga. Einki kenn hevur verið soleiðis, men avegndur er hann. So hann egnir aftur. Hann egnir við rækju. Annars er eisini makrelur í posanum, men ungi vestmenningurin hevur valt rækjuna í kvøld.

Hann slettir út aftur og setir seg at húka, meðan hann spentur eygleiðir dorgina.

Stutt haðani stendur systkinabarnið, tann størri Magnus. Men har ber heldur einki til. Hann flytir seg av og á, um ikki so langt kortini. Men sama skilið er. Og pápabeiggin, Jón, sum er nærri Vatnsoyrum, sær heldur ikki serliga upptikin út. Stendur bara sum ein standmynd har úti í skýmingini og gløðir at hesi dorgini, sum ikki vísir minsta tekin til at vilja flyta seg.

Tað lotar eitt lítið sindur norður eftir vatninum. Turt er og hampiliga lýtt eisini. Sílaveðrið er frálík, hóast tað ikki regnar, og áirnar einki grugg bera í vatnið.

Ferðslan er nógv fram við vatninum. Fólk koyra við bili at forvitnast, hvussu gongur við fiskiskapinum hjá teimum, sum hava meldað seg til kappingina.

Onkur, sum kennir, kemur at vita, um teir hava fingið nakað.

-Nei, einki er komið enn, men tit fara ikki soleiðis avstað aftur. Fái tykkum kaffi, meðan prátað verður.

Jú, slíkt kvøld er meira enn bara eitt fiskikvøld, har kappast verður um, hvør fær mest. Termokannan og plastikkrússinum verða tikin fram, og vit steðga á eina løtu í einum læligur gili niðri við vatnið.

Tað er sera friðaligt her niðri, hóast bilarnir eru fleiri, sum strúka framvið omanfyri. Lotið og alduskvatlið er tað einasta, sum hoyrist. Liðið er so mikið út á summarið, at fuglurin er við at minka her. Ella heldur hann seg bara burtur hiðani í kvøld, nú so nógv fólk er við vatnið?

Ein bátur fer knappliga strúkandi framvið og heldur kós longri út á vatnið. Teir munnu ætla sær Út í Oyrar, tosa tey.

Og so hendir tað. Flotið fer undir, og eitt síl hevur tikið. Ikki var tað stórt, men tað var tó eitt síl, og dagurin var harvið mestsum bjargaður.

Tað kemur eitt æl, inn frá Trælanípuni. Gestirnir, sum eingi oljuklæði hava við sær, skunda sær aftur í bilin. Her verður ikki verðandi, tí helst fer at regna illa, eftir sum Petur Skeel hevur boðað frá.

Tað skýmir alt meira, og onkur er so hugnaligur at tendra eina stormlykt einastaðni niðri við vatnið. Tað fer líkasum at verða lættari at síggja at egna. Men tey flestu rigga so smátt av og bíða bara eftir, at kappingin fer at enda, hóast tað ikki skal vera fyrr enn klokkan eitt í nátt.

So regnar bara alsamt meira, sum klokkan gongur. Og tá tað líður at tíðini, tá gerast skal upp, sílar bara beint niður. Minnir ikki sørt um ta ferðina, feðgarnir báðir, Ketil og Kálvur, fóru at fiska upp úti í Tindhólmi.

Tað stendur eitt stórt tjald á Flúgvarabedingini. Har er ljós rundan um. Nógvir bilar. Og úr tjaldinum hoyrist sangur. Okkurt hugnaligt man vera har, nú gerst skal upp. Fult er av fólki, sum spent bíða eftir úrslitinum.

Tað standa grýtur á gassblussum inni í tjaldinum. Menn standa við krússum og bikørum. Onkur bukkar seg niður við eini oysu og fær sær uppí. Jú, skótarnir vita, at gott er við heitum, nú sílamenninir koma aftur.

Sum skótum sømir seg, høvdu teir skipað fyri leguhugna, har til bar at grilla pylsur og snerkja sær breyð við bálið, áðrenn farið varð við tráðuni.

Umleið 50 luttakarar vóru, tá kappingin byrjaði. Men nú, avreiðast skuldi, vóru bara níggju, sum møttu upp. Hildið var, at fiskiskapurin mundi hava verið soleiðis hjá restini, at tey hava ikki hildið nakað verið at møta upp til.

Magnus er ikki millum vinnararnar. Ein vinningur er fyri at fáa mestu vektina, og ein er fyri at fáa størsta sílið. Báðir vinnararnir fáa steyp.

Tummas Hans Gaardlykke í Miðvági hevði fingið mest í vekt, tá uppgjørt varð. Hann hevði fingið 20 síl, sum tilsmans vigaðu 2,3 kg. Høgni Haraldsen í Sandavági fekk tað størsta sílið. Tað var 40,5 cm. Hann fekk bara hetta eina. Og hann fekk harða kapping, tí tað næststørsta, sum kom upp, var bara ein sentimetur styttri. 39,5 cm.rt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.

Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.


Undirhaldandi

Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.

Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.

Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.

Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.

Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.


HB-NSÍ 2-5 (1-2)

1-0: Pætur Dahl 5.

1-1: Dánjal Hansen 30.

1-2: Sjúrður Jacobsen 44.

2-2: Bárður Mortansson 51.

2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.

2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen