Trý uppskot um læknamiðstøð á Oyrarbakka

Sunda kommuna hevur fingið trý uppskot um, hvussu tann ætlaða læknamiðstøðin á Oyrarbakka skal síggja út Sunda kommuna bað í heyst tríggjar arkitektar um uppskot, hvussu teir kundu hugsað sær, at ein komandi læknamiðstøð á Oyrarbakka fer at síggja út. Teir vóru eisini bidnir um at siga eitt sindur um, hvussu byggingin kundi skipast í mun til eitt komandi miðstaðarøki í grannalagnum.

Nú hevur kommunan fingið uppskotini, og á heimasíðuni skrivar hon, at uppskotini eru øll sera áhugaverd, men rættiliga ymisk. Í onkrum føri er serligur dentur lagdur á sjálvan bygningin, í øðrum føri er serligur dentur lagdur á læknamiðstøðina í mun til aðra bygging kring hana.

Bygdaráðið sigur, at tað fer at meta um tey trý uppskotini fyri jól, so støða kann takast til, hvussu økið verður skipað, og farast kann undir útgrevstur og planering í komandi ári.