Útróðurin hjá týskum ferðafólkum í Porkeri, er ólógligur. Tað staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Um vikuskiftið var Vørn eystan fyri Suðuroynna og sendi fýra bátar við útlendskum ferðafólkum, til lands. Søgur ganga um, at somu týsk ferðafólk eru í Porkeri hvørt summar, har tey dríva beinleiðis útróður og føra alla veiðina av landinum í frystitreylarum.
Í hesum sambandi hevur Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri, spurt Høgna Hoydal, um slík veiða er lóglig.
Les eisini: Tingmaður vil vita um fiskiskap hjá ferðafólki
Høgni Hoydal sigur, at tað er hon ikki. Hann sigur, at føroyingar hava ein serstakan, aldargamlan rætt til at fara í fjørðin at fiska til húsbrúk.
Hinvegin er einki mark fyri, hvussu nógv kann verða fiskað til húsbrúk, men landsstýrismaðurin hevur heimild til at áseta reglur um hetta.
– Men tað er ikki ein rættur hjá øllum heiminum at fiska í okkara sjógvi, og útlendingar kunnu ikki fiska til húsbrúk í Føroyum. Fiskiskapur hjá útlendskum ferðafólki kemur sostatt ikki undir lógina um veiðu til húsbrúk, leggur landsstýrismaðurin afturat.
Les eisini: Týskarar í Porkeri sleppa ikki at fiska longur
Hann sigur, at skulu útlendsk ferðafólk sleppa í fjørðin í Føroyum, krevst at teir fáa eitt serstakt loyvi úr Fiskimálaráðnum til tað. Í loyvinum ber eisini til at seta krøv um hvønn reiðskap, teir kunnu brúka, hvar teir kunnu fiska, og hvussu nógv, teir kunnu fiska.
Men samstundis sigur Høgni Hoydal, at eingi loyvi eru givin til fiskiskap í sambandi við ferðavinnu, og sostatt høvdu útlendsku ferðamenninir í Porkeri heldur ikki loyvi at fiska. Tískil vórðu teir sendur til lands, og fiskiskapurin hjá teimum varð steðgaður.