Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, boðar í morgun frá, at hann og tvey tey næstu á listanum við seinasta býráðsval í Klaksvík, stilla uppaftur á kommunuvalinum, sum verður 8. november.
Tey trý ovastu eru Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ið fekk 230 atkvøður, Kristian Eli Zachariasen, býráðslimur, sum fekk 166 atkvøður. Nummar trý á listanum var Beinta Klakstein, sum fekk 93 atkvøður, men sum tó ikki varð vald.
Við in.fo fyrr í vikuni segði Magni Garðalíð, borgarstjóri í Húsa kommunu, at hann eisini er millum valevnini á listanum hjá Nýggjum Sjálvstýri í Klaksvíkar kommunu – nú kommunurnar báðar leggja saman á nýggjárinum.
– Vit hava tikið megnar tøk hesa skjótt farnu valsetuna, men vit hava framvegis stór úrslit eftir at fremja, og tí fegnist eg um, at Nýtt Sjálvstýri aftur stillar upp við sterkastu manning til komandi býráðsval, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri og formaður í Nýtt Sjálvstýri. Hann leggur afturat, at Sjálvstýrislistin til býráðsvalið í november er væl ávegis, og at fleiri nøvn verða kunngjørd í næstum.