Trúvirðið hjá Taks

Søgan um ein almennan stovn, ið noktar at fylgja avgerðunum hjá eftirlitsmyndugleikanum

Á heystið 2006 kom Skatta- og avgjaldskærunevndin til eina greiða niðurstøðu og gav Taks boð um, hvat teir skuldu gera í tí ávísa málinum og í øllum líknandi málum. Nú hálvtannað ár seinni noktar Taks framvegis at fylgja avgerðini hjá Kærunevndini, ið er hægsti fyrisitingarligi myndugleiki.

Eg havi verið partur av hesum máli, síðani eg heitti á Taks, um at rinda aftur tað mvg’ið, sum teir sambært Kærunevndini uttan lógarheimild høvdu kravt inn.

 

Eftirrationalisering

Í fyrstuni var grundgevingin tann, at málið var lagt til dómsvaldið til støðutakan. Hesa grundgeving góðtók Kærunevndin ikki, tí so leingi eingin dómur fyriliggur, so skal Taks fylgja avgerðunum hjá Kærunevndini. Nú metir Taks seg ikki kunna rinda, tí tað er eitt mál millum bilasølurnar og keyparin, altso, at bilasølurnar skulu rinda tað ólógliga innkravda mvg’ið til bilkeyparin. Hetta er jú fulkomuliga burturvið, tí mvg er eitt avgjald sum verður umsitið sambært lóg, og er tað luturin hjá Taks at umsita hetta sambært galdandi lóg.

 

Ignorerar hægsta fyrisitingarliga myndugleika

At Taks sum almennur stovnur hevur eina aðra løgfrøðiliga áskoðan enn eftirlitsmyndugleikin og leggur málið til dómsvaldið, er einki eindømi.

Tað, sum er ræðandi, er, at Taks ignorerar avgerðina hjá Kærunevndini, sum greitt staðfestir, at "Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur tikið eina avgerð, og so leingi, sum henda ikki er broytt við dómi, er rættarstøðan, sum nevndin er komin til, galdandi. Taks má fylgja avgerðunum hjá nevndini...”

 

Goyma upplýsingar fyri borgaranum

Eitt annað, sum ger hetta málið enn meira álvarsamt, er, at í síni síðstu avgerð sigur Taks seg ikki hava tær ítøkiligu upplýsingarnar um tað goldna mvg’ið av skrásetingargjaldinum, tá tað snýr seg um sølu millum bilasølu og teirra viðskiftafólk.

Hetta er ein reingjan av sannleikanum, tí Taks hevur teir fíggjarligu upplýsingarnar um hvønn einstakan bil, og eru hesir einfalt atkomuligir í teirra telduskipan.

 

Hvar er tann politiski myndugleikin ?

Viðgerðin av hesum máli er á markinum til tað absurda, og samstundis sum Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum langar út eftir almennum stovnsleiðarum í øðrum málsøkjum, so letur hann hetta óskilið halda áfram í sínum egna ráðið.

Spurningurin er so, um Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum fer at sópa fyri egnar dy,r ella fer hann einki at gera við hetta álvarsmál, har rættartrygdin hjá tí borgaranum verður sett í vanda?