Tað eru meiri enn fýra mánaðir síðani 20 ára gamli Hans Asbjørn Eysturdal av Skála var í einum ferðsluóhappi. Framvegis vitjar hann javnan á Landssjúkrahúsinum, har hann venur beinini, soleiðis at hann kann koma fyri seg aftur, eftir at báðir hælirnir, høgri øklaknútur og vinstra lær brotnaðu, tá hann rendi frontalt inn í ein annan bil tann 19. oktober í fjør.
Tað eru næstan fýra vikur síðani, at 18 ára gamli John Sigurd Danielsen av Strondum var fyri ferðsluóhappi, tá hann sat í einum bili, har førarin misti tamarhaldi og bilurin bóltaði runt. John Sigurd fekk skallabrot, varð sendur til Danmarkar og lá tveir dagar uttan vit. Í dag, fríggjadagin, verður hann útskrivaður av Landssjúkrahúsinum.
Sunnunáttina farna vikuskiftið koppaði 38 ára gamli Jens Erik Zachariassen úr Sørvági oman av vegnum í bili sínum. Hann varð slongdur út og høgri armur hansara kom at liggja undir bilinum, og er nú lamin. Jens Erik varð útskrivaður av Landssjúkrahúsinum í gjár.
18 ár og ongan luktisans
– Vit høvdu verið í Leirvík og bowlað, tveir vinmenn og eg. Tað er tað seinasta eg minnist áðrenn vit rendu á. Tað næsta eg veit til mín er, at eg vakni í Danmark tveir dagar seinni, sigur John Sigurd Danielsen.
Hann fær tískil ikki greitt frá, hvussu hann upplivdi ferðsluóhappi, sum hendi beint við kirkjuna á Strondum. Tað, John Sigurd veit um ferðsluóhappið, hann var fyri, hava onnur fortalt honum.
– Tað er øgiliga merkiligt, heldur John Sigurd, tá eg spyrji hann, hvussu tað er at vita, at tveir dagar eru farnir burtur úr minni hansara, har ein rúgva er hent, uttan hann hevur vitað av tí.
Førarin, sum koyrdi bilin, John Sigurd var í, misti tamarhaldið á bilinum, sum slongdist til síðuna, rendi inn í eina trappu og bóltaði runt.
John Sigurd breyt pannuna og nakkin sprekkaði. Spongin í høgra fremstafingri slitnaði, hann hevur mist luktisansin og kann bara hyggja við øðrum eyganum í senn, tí annars sær hann dupult. Kortini kennir hann seg hepnan.
Tí John Sigurd er fullgreiður um, at hann eins væl kundi latið lív í ferðsluóhappinum.
– Eg havi verið rættiliga heppin, sigur hann hugsanarsamur.
– Eg kundi eisini eins væl mist allar sansirnar, og í so máta havi eg eisini verið rættiliga heppin, sjálvt um eg ongantíð kann lukta aftur, sigur John Sigurd.
Hann varð sendur til Danmarkar og lá tveir dagar í respirator. Í 17 dagar var hann á flatlondum, áðrenn hann varð sendur heim til Føroya farna fríggjadag. Síðani hevur hann ligið á Landssjúkrahúsinum, men gongst sum ætlað verður hann útskrivaður í dag, fríggjadagin.
– Eg havi tað rættiliga gott nú. Í Danmark hevði eg høvuðpínu hvønn dag, men tað eri sloppin av við, greiðir John Sigurd frá. Somuleiðis er gipsið, hann hevði um armin tikið av, og sum tíðin gongur fer hann eisini at kunna hyggja við báðum eygunum samstundis, uttan at síggja dupult.
John Sigurd greiðir frá, at hann var byrjaður at taka koyrikortið, tá hann var fyri óhappinum. Tá fremstifingur er komin fyri seg um fýra mánaðir, ætlar hann sær at fara undir aftur at taka koyrikortið.
Kendi meg lítlan og einsamallan
– Eg kendi meg bæði einsamallan og ógvuliga lítlan. Bilar koyrdu framvið, meðan eg lá har og einki fekk gjørt. Soleiðis greiðir Jens Erik frá, um løtuna, hann lá kleimdur undir bili sínum og bíðaði eftir hjálp.
Jens Erik varð slongdur út úr bilinum, tá hesin koppaði út av vegnum, og onkursvegna kom hann at liggja soleiðis fyri, at høgri armur lá kroystur undir øðrum bakhjólinum.
Armurin er nú lamin og ógreitt er, um hann nakrantíð verður eins sterkur aftur.
Jens Erik ivast tó ikki eina løtu, tá eg spyrji hann, hvat hann heldur um støðuna.
– Eg veit, eg havi verið heilt ótrúliga heppin, tí bilurin kundi eins væl staðið á høvdi mínum ella bringuni, tí tá eg lá har, hvíldi eg høvdið móti hjólinum, fortelur Jens Erik.
Hann fær tó einki sagt, um hvørjar tankar hann hevur gjørt sær, um nú tað ringasta, men ikki óhugsandi, hevði hent farnu sunnunátt.
– Teir tankarnir eru ikki komnir til mín enn, sigur Jens Erik, men leggur so við einum álvarsomum tóna aftrat:
– Men eg veit teir fara at koma, og tí vil eg eisini práta um tað. Eg havi brúk fyri tí, sigur Jens Erik.
Hóast álvarsama óhappið, Jens Erik var fyri, so óttast hann ikki at koyra aftur.
– Hevði eg kunnað gjørt tað, so hevði eg fari í bilin aftur beinanvegin, men tað verður so ikki enn, sigur Jens Erik og peikar við vinstru hond móti høgra armi, sum hongur púra deyður.
Ov nógv ferð
– Eg koyrdi ov skjótt, misti tamarhaldið á bilinum og rendi frontalt í ein annan bil. Soleiðis tekur Hans Asbjørn saman um, tá eg spyrji hann um ferðsluóhappi, sum hann var í partur av tann 19. oktober í fjør.
Hans Asbjørn hevði ov nógva ferð, tá hann koyrdi og hugdi tí niður á ferðmátaran. Tá Hans Asbjørn hyggur uppaftur er longu ov seint.
– Eg høggi bremsurnar í og bilurin sleingist. Síðani hyggi eg gjøgnum síðurútin, og síggi beint í gronina á hinum bilinum, greiðir Hans Asbjørn frá.
Bilurin sleingist nakrar ferðir og buldrar so frontalt inn í hin bilin.
– Tað fyrsta eg hugsaði var, at eg mátti finna damu mína. Eg leitaði sum ørur eftir henni, áðrenn eg fann út av, at hon als ikki hevði verið við í bilinum. Eg hevði koyrt hana til arbeiðis um morgunin, men var so mikið óklárur, at eg fór at leita eftir henni, fortelur Hans Asbjørn.
Í ferðsluóhappinum breyt hann báðar hælirnar, høgra øklaknút og vinstra lær.
– Eftir umstøðunum havi eg verið ræðuliga heppin, sigur Hans Asbjørn, hóast mongu skaðarnar. Hann greiðir frá, at tað eisini hevur nívt hann almikið, at hann hevur gjørt einum øðrum persóni skaða.
– Hin breyt knæskelina, men tað var ræðuliga óbehagiligt ikki at vita, hvussu hann hevði tað. Eg visti ikki, um hann fekk varandi mein, men bara, at hann ikki var komin líka illa fyri sum eg, greiðir Hans Asbjørn frá.
Nú eru meiri enn fýra mánaðir gingnir síðani Hans Asbjørn rendi á. Síðani tá hevur hann sitið handan róðri og koyrt.
– Tað var øgiliga ringt at byrja við, bara at vera við, tí eg visti, at tað var í einum bili eg sat í, tá eg næstan doyði, greiðir Hans Asbjørn frá. Nú fellir tað tó honum lættari at koyra, men Hans Asbjørn sigur, at hann er nógv meiri ansin nú enn áður.
– Tað var ein dýrur lærupengi, ásannar Hans Asbjørn, sum nú er við at koma seg eftir skaðarnar.
– Eg havi tað øgiliga gott og merki, at beinini styrkna, sigur hann.
Somu lagnu
Soleiðis ljóðar endin á prátinum við tríggjar ymsar persónar. Tríggir ymsir mans, sum seinastu fýra mánaðirnar hava fingið somu lagnu: teir vóru partur av einum álvarsomum ferðsluóhappi. Um illa vildi til, høvdu allir kunnað latið lív. Lukkutíð gekk tað ikki so galið. Teir fingu allir álvarsamar skaðar, men komu livandi ígjøgnum og kenna seg ógvuliga hepnar.