Tracy Chapman - Let it Rain

Fløguummæli

við "let it rain" hevur Tracy Chapman funnið eitt næstan fullgjørt grundarlag fyri hennara ótrúligu rødd. Hon og hjálparframleiðarin John Parish hava funnið ein bleytari framførsluhátt har gittarar og tamborinir runga ímillum einkultar rútmur. Kassagittarspælið ið hevur eyðkent Tracy Chapman, er skift út við upprunarútmur, við klappum, og bukan á tunnur, vaskibretti og so víðari. Ein meira negro-spiritual/gospel kendur framførsluháttur. Summar framførslur fara heilt yvir í tað spirituala, har røddir vera framførdar á ymsar undarligar háttir.
Alt í alt kann sigast at hettar fyrst og fremst er ein "lurtarafløga", og neyvan nakað ið fer at buldra á diskotekunum. Fløgan er djúp og kensluborin, og kann ein aftur við ein glasi av reyðvíni lættliga blíva rivin við, av hesi ótrúligu rødd, hvørs framførsluháttur rørir djúpt við hjartastreingirnar.