Tað á leið har, sum reyðu strikurnar eru, at Traðarbrekka skal bindast í Hoyvíksvegin

Traðabrekka sambindast við Hoyvíksvegin

Traðabrekka í Havn er sera brøtt og ofta torfør at ferðast í um veturin

Tað á leið har, sum reyðu strikurnar eru, at Traðarbrekka skal bindast í Hoyvíksvegin

Tí hava íbúgvar við vegin víst á møguleikan at binda eystara enda av Traðabrekku yvir í Hoyvíksvegin. Økið, ið liggur ímillum, er ogn hjá Tórshavnar kommunu.

 

Málið er gamalt, men nú herfyri heittu íbúgvar enn einaferð á kommununa um at skipa so fyri, at koyrandi verður beinleiðis yvir í Hoyvíksvegin og at tryggar gonguleiðir verða gjørdar. Samstundis verða tiltøk gjørd fyri at fyribyrgja hálku í sjálvari brekkuni.

 

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu hevur nú skotið upp at gera sáttmála um prosjektering. Málið er samtykt í teknisku nevnd og í fíggjarnevndini og kemur fyri á býráðsfundi hósdagin.

 

##med2##

 

Tað á leið har, sum reyðu strikurnar eru, at Traðarbrekka skal bindast í Hoyvíksvegin