Óhapp
Seinnapartin týsdagin fór ein 6,5 metra langur trailari hjá Strandferðsluni niðan av vegnum í vegabuginum sunnanfyri gistingarhúsið í Øravík - og koppaði við 17 tonsum av upsa í lastini.
Trailarin, sum var komin um Suðuroyarfjørð við Smyrli, var á veg av Drelnesi suður til Vágs við lastini, sum Palm Seafood í Vági átti. Hetta var fiskur, sum felagið hevði keypt frá skipunum hjá P/F Beta í Saltangará.
17 tons av fiski er ein stór nøgd, tá ið slíkt hendir, og ein partur av fiskakassunum brutu seg út ígjøgnum flasfipurveggirnar og endaðu við síðuna av trailaranum.
So, hetta sá heldur enn ikki ógvusligt út.
Ikki avleiðingar
Heini á Borg, farmaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni, sigur, at førarin, sum er úr Hvalba, slapp eftir umstøðunum væl frá hendingini. Hann endaði hjá læknanum á Tvøroyri, har hann fekk tríggjar pentur í andlitið.
- Bilførarin, sum hevur koyrt nógvar túrar fyri okkum og er royndur á økinum, hevur tað gott.
Spurdur, um hendingin fær avleiðingar fyri føraran, sigur Heini, at tað fær hon ikki.
Trailarin er illa farin, men tá ið vit frættu fyri døgurða í gjár, var ikki greitt, um hann verður umvældur.
Heini á Borg heldur ikki, at hendingin fer at hava útreiðslur við sær fyri Strandferðsluna, tí bæði trailari og lastin eru tryggjað.
Til Havnar
Týskvøldið fekk Palm Seafood fiskin, og har verður hugt at, hvussu stórt svinnið verður, nú hesin fiskurin fekk so harða viðferð.
Tveir kranabilar fingu trailaran uppaftur eftir, at lastin fyrst var tømd fyri fisk. Tað vóru fólk hjá tryggingini og strandferðsluni, sum tóku sær av at tøma bilin, savna fiskin saman og fingu hann til Vágs við øðrum akførum hjá stovninum.
Trailarin, sum fór niðan av vegnum, kom til Havnar við Smyrli í gjár.