Kim Simonsen
Søgan í sf-filminum Transformers er so løgin og b-filmkend. Eina løtu helt eg, at tað kundi ikki passa. Søgan her er um bilar, sum enda sum robottar, og um tvey sløg av robottum, ið hava barst í øldir. Tá eg hoyrdi, at allur filmurin byggir á 80’ara robotleikur, mundi eg avskriva allan filmin.
Søgan er so um hendan Sam, sum gerst óður, tí hann sær sín nýggja bil verða stolnan. Ein løgreglubilur kemur honum til hjálpar, men vit eitt broytist løgreglubilurin seg til ein stóran og vandamiklan robot, tað sama hendir við bilinum hjá honum (!).
Tað eru tvey sløg av robottum í Transfomers, eina slagið, Decepticons, vilja hava alt vald á galaksuni, meðan hinir, Autobots, vilja royna at berjast móti at hetta hendir. Fólk eru mest til fortreð.
Ein av hesum, Autobot Bumblebee, vil fegin verða vinur við Sam og Mikaela, men hann er noyddur at tosa gjøgnum sangir í útvarpinum í bilinum.
Hvat ólukkan er hetta?
Jú, leikstjórin Michael Bay (hann hevur fyrr gjørt filmar sum Bad Boys 1 og 2, Armageddon og Pearl Harbor) hevur tikið 80’ara robotleikurnar og gjørt hetta til ein film.
Tey, sum kenna ”Autobots”, ”Decepticons”, ”Optimus Prime”, ”Megatron” og ”Bumblebee”, vita, hvat hetta er um - fyri meg segði hetta mær einki. Spurningurin er, um fólk, sum vóru smádeingir og smágentur í 80’unum, hava eitt so nostalgiskt forhold til hesar leikur, at tey tíma í biograf?
Sjálvt um tað tekur langa tíð at svølgja søguna í Transformers, so er filmurin ikki so galið undirhald.
Tað eru nógv kend fólk við í filminum, so sum John Turturro og Jon Voight, men tó er hetta ein løgin og pretensiøsur filmur, sum er flott gjørdur, men søgan er so løgin, at tað telur álvarsliga nógv niður.
2 stjørnur av 6
Leikandi:
Sam Witwicky...................................... Shia LaBeouf
Agent Simmons....................................John Turturro
Optimus Prime.......................................Peter Cullen
Megatron.............................................Hugo Weaving
Bumblebee................................................ Mark Ryan
Ironhide/Barricade................................. Jess Harnell
Leikstjóri Michael Bay. Frumframførdur mikudagin 4. juli 2007 í Havnar Bio. Loyvdur øllum yvir 11 ár.