Trappustríðið í Havn: - Hann fer ígjøgnum annans ogn

Hetta sigur Leivur Hansen, borgarstjóri í Havn, um at Kári Müller er firtin um, at Tórshavnar Býráð enn einaferð hevur tikið part av trappu hansara burtur.

Leivur Hansen er bilsin yvir tann ans, ið í trappan hjá Kára Müller hevur fingið millum manna. Men borgarstjórin hevur greiða støðu.

- Hann kann ikki sleppa at fara ígjøgnum annans ogn, og soleiðis taka sær rættindi, sigur Leivur Hansen.

Leivur Hansen vísir á, at húsini standa við vegin, ið gongur omanfyri húsini - Skótarók. Kári Müller hevur fingið tilboð um at binda trappuna í aðra gongugøtu, ið er gjørd tætt við, men hesum hevur hann ikki tikið við.

- Hann vil sleppa at nýta stóra ringvegin niðanfyri húsini, men bindir hann í har, so er beinanvegin vandi fyri eittnú parkeraðum bilum á staðnum, sigur Leivur Hansen, ið einki løgið sær í, at býráðið røkir sína skyldu.

- Hetta er als ikki persónsjakstran, men bert ein spurningur um, at Býráðið ger sína skyldu, tí Kári Müller má fylgja lóg og landaskili, sigur borgarstjórin, ið eisini leggur dent á, at býráðið gevur øllum borgarum somu kor, men um Kári Müller fekk loyvi til at gera, sum honum lysti, so fingu ikki øll somu viðferð.

Leivur vísir á, at trappan í 1996 var tikin burtur av táverandi býráð og borgarstjóranum Listbeth L. Petersen, men at Kári Müller bert hevur bundið í aftur sama stað, ístaðin fyri at taka við tilboðnum frá býráðnum, um at binda í gongugøtuna, ið er gjørd tætt hjá.

- Býráðið hevur avgjørt, at hann kann ikki gera, sum honum lystir, og nýta annans ogn, men má fylgja lóg og landaskili, sum allir aðrir borgarar, sigur Leivur Hansen í stuttari viðmerking.