Travel Mart gevur longu úrslit

Vanliga gongur rúm tíð frá tí at ein ferðamannasstevna hevur verið, inntil úrslitini byrja at vísa seg, men longu nú hevur ein ferðafyriskipari boðað frá, at ein bólkur av australiumonnum kemur til Føroya komandi ár – bert góða viku eftir at Vest Norden Travel Mart var í Føroyum

13. og 14. september var ferðavinnustevnan Vest Norden Travel Mart hildin í Føroyum við luttøku av umleið hundrað keyparum frá ymsum herðashornum í heiminum.
Vest Norden Travel Mart verður fyriskipað av NATA, ið stendur fyri North Atlantic Tourist Assossiation, og hesaferð var tað Greengate Incoming, ið stóð fyri praktiska partinum.
NATA er felagsskapur við Íslandi, Grønlandi og Føroyum sum limi, og Ísland er nógv størsti fyriskiparin og rindar eisini mest til felagsskapin. VNTM verður tí fyriskipað annaðhvørt ár í Íslandi og síðani fjórða hvørt ár í ávikavist Føroyum og Grønlandi.
Tað er eisini Ísland, ið hevur nógv størstan áhuga millum keypararnar, men áhugin fyri Føroyum er vaksandi.
- Stórur partur av keyparunum eru gamlir kenningar hjá Atlantic Airways, men nakrir nýggir vóru við hesaferð í Føroyum. Áhugin fyri Føroyum er størstur í Danmark og Norðurlondum, men eisini onnur lond í Europa so sum Bretland, Holland, Týskland og Italia eru farin at sýna okkum áhuga, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantsflog, sum eisini er formaður í Ferðavinnufelagnum.
Atlantic Airways tosar við flestu av keyparunum, ið eru við á hesum stevnunum.
- Hesaferð hittu vit áhugaðar túroperatørar úr so fjarskotnum londum sum Kina, Japan og Australia, sigur Jákup Sverri Kass.

Ferðalag
Tað er ikki vanligt, at nakað úrslit stendst av einari slíkar stevnu beinanvegin, men heldur verður hetta roknað sum ein tilgongd, ið kann føra til økt virksemi seinni.
- Hesaferð hava vit tó longu sæð heilt ítøkilig úrslit. Vit hava longu nú fingið eina bílegging frá einum australskum túroperatøri sum hevur boðað frá, at hann kemur við einum ferðalagi upp á 20 fólk hendan vegin í august komandi ár ávegis til Ísland, sigur Jákup Sverri Kass.
Tað er eingin loyna, at tað fyrst og fremst er Ísland, sum dregur, men sum ein beinleiðis avleiðing av Vest Norden Travel Mart í Føroyum hevur ferðalagið valt at steðga í Føroyum í tríggjar dagar.
- Og hetta er ein steðgur, sum ikki var íkomin, høvdu vit ikki bjóðað okkum fram á slíkum stevnum sum VNTM, sigur Jákup Sverri Kass.
Sum formaður í Ferðavinnufelagnum er hann innarliga í føroyskari ferðavinnu, og hann sigur, at slíkar stevnur hava sera stóran týdning fyri Føroyar.
- Eg havi víst á áður, at Føroyar finnast ikki á nøkrum korti, og tí er tað so sera týdningarmikið, at vit fáa víst okkum fram á henda hátt. Føroysku fyrireikararnir vóru væl fyrireikaðir og stevnan var væl fyriskipað, og slíkt er nakað, ið ger inntrykk hjá luttakarunum, sigur Jákup Sverri Kass.

Betri umstøður
Formaðurin í Ferávinnufelagnum sigur, at tað er stórur munur á Føroyum nu og fyri einum 20 árum síðani.
- Samferðslukervið er vorðin so ómetaliga nógv betri. Vit hava fingið tunlar, nýggjar ferjur og ikki minst tveir undirsjóvartunlar, so tað er so ógvuliga nógv lættari hjá ferðafólki at koma fram, sigur Jákup Sverri Kass.
Men eisini gistingarumstøður og annað, ið hevur við ferðafólk at gera so sum bussar er vorðið munandi betri, og tí er munandi lættari at selja Føroyar nú.
- Og at skipa fyri slíkum stevnum sum Vest Norden Travel Mart verða pengarnir nógv betri brúktir, enn við at keypa lýsingar í útlendskum bløðum ella sjónvarpum, sigur Jákup Sverri Kass.
Og stevnan í Føroyum í síðstu viku var eitt gott dømi um tað.
- Alt hepnaðist sera væl. Luttakararnir komu mánadag, stevnan var týsdag og mikudag, og so fóru teir avstað aftur hósdag og tað merkir, at teir eisini høvdu møguleika at gera útferðir. Eisini veðrið var til vildar, so vit kundu illa fingið eina meiri vælhepnaða stevnu enn tað sama, sigur Jákup Sverri Kass, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.