Smáar tríggjar milliónir krónur kostaði raksturin av nýggja og stásiliga Boðanesheiminum, væl at merkja áðrenn fyrsta fólkið nakrantíð flutti inn har at búgva, 1. desember í fjør. Útgoldnar vórðu 2,1 milliónir krónur í lønum, umframt aðrar rakstrarútreiðslur fyri 750.000 krónur. Væl at merkja, áðrenn fyrsta fólkið nakrantíð flutti inn.
Tá talan er um rakstur, er tað Almannaverkið, sum skal gjalda. Raksturin á einum røktarheimi verður roknaður út eftir einum føstum gjaldi fyri hvørt búfólkið, einum sonevndum dagsprísi, ið Almannverkið rindar leiðslunum á einstøku røktarheimunum at umsita.
Men Almannaverkið, ið rindar pengarnar út, eftirlýsir einum amboði at stýra pengunum, ið verða játtaðir.
Í brævi til landsstýriskvinnuna í almannamálum í mars mánað staðfestir stjórin í Almannaverkinum, at talan er um ein generellan trupulleika fyri allar rakstrarútreiðslur á økinum. Men trupulleikin við vantandi stýringsamboðum er serliga sjónligur í samband við at nýggj røktarheim lata upp.
Og tað gekk eisini heilt galið, tá tølini fyri fyrsta roknskaparár hjá Boðanesheiminum skuldu gerast upp. Í roknskapartølunum er staðfest ein meirnýtsla á 2,3 milliónir krónur, sammett við ta rakstrarjáttan, ið Almannaverkið veitti Boðanesheiminum.
- Tað er neyðugt við neyvari regulering av økinum. Vit mugu hava greiðari ásetingar um, hvat er at rokna sum vanlig rakstrarútreiðsla, ið landskassin skal gjalda (gjøgnum Almannaverkið, red.), og nær rakstrarútreiðslan má sigast at hava ein slíkan karakter, at hon av røttum eigur at vera goldin av kommununi, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Sjónarmiðini hevur stjórin á Almannverkinum ført fram fyri Almannamálaráðnum, millum annað í brævi til ráðið í mars mánað.
Boðanesheimið verður brúkt sum dømi um, hvussu trupult tað er at stýra einum øki, har ein partur tekur avgerðir um viðurskifti, ið ein annar partur skal gjalda. Ella, sum stjórin á Almannaverkinum málber seg:
- Samanhangur er ikki millum gjald og vald. Á flestu røktarheimum er setanarmyndugleikin hjá kommununi ella stýrinum fyri røktarheimið. Leiðslurnar á røktarheimunum vísa tí ikki beinleiðis til Almannaverkið. Og tí eru stýringsamboðini avmarkað til at gera vart við fíggjarligu gongdina, tá framskrivingar og metingar geva ábendingar um, at játtanin ikki fer at halda, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Og tað er ikki í lagi, sambært stjóranum á Almannaverkinum, sum vísir á, at tað jú er hennara fremsta uppgáva at syrgja fyri, at samlaða játtanin á fíggjarlógini til ellis- og røktarheim verður hildin.
- Almannaverkið hevur onga heimild at áleggja sanktiónir, um boðini ikki verða fylgd. Í fleiri førum kunnu vit bara heita á avvarandi kommunu ella stýri fyri røktarheimið um at taka neyðugu stigini, verður ein játtan ikki hildin. Tí hava vit ikki tey stýringsamboð, sum eru neyðug fyri at tryggja, at nýtslan verður hildin innan fyri játtanina á fíggjarlógini, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Stjórin á Almannaverkinum vil tó ikki skjóta alla skyldina yvir á teir skeivleikar, ið eftir hennara tykki eru í skipanini. Tað venda vit aftur til.
Sprongja karmar
Nýggja Boðanesheimið í Havn er sum nevnt bara eitt dømi um eina skipan, har tað sambært stjóranum á Almannaverkinum ikki er samsvar millum gjald og vald.
Ein uppgerð yvir roknskapirnar hjá øllum røktarheimunum fyri 2012 staðfesti tíðliga í ár, at so at siga øll hava sprongt sína játtan. Her er talan um tey røktarheim, ið vóru opin alt árið í fjør, og tí eru Boðanesheimið og heimið á Grønanesi í Vestmanna ikki við. Níggju av 11 stovnum hava brúkt fleiri pengar, enn teimum varð játtað. Samanlagt játtaði Almannaverkið teimum 11 røktarheimunum 192,3 milliónir krónur til raksturin. Men tey brúktu 196,7 milliónir. Staðfesta meirnýtslan á 4,4 milliónir krónur svarar til 2,3 prosent av játtanini.
Á flestu røktarheimum hevur Almannaverkið sum nevnt ikki heimild at skera ígjøgnum og krevja sparingar, einans gera varug við støðuna og heita á leiðslurnar á røktarheimunum um at koma við uppskotum til sparingar fyri at halda játtanina.
Í mars mánað komu so leiðslurnar á røktarheimunum við einum felags útspæli til Almannaverkið, har leiðslurnar góvu sítt boð uppá, hvussu sparast kann upp aftur meira á økinum.
Spariætlanin kemur aftur at øðrum sparingum, ið komu í gildi á nýggjárinum.
Í stuttum mæltu røktarheimsleiðslurnar til at skera burtur tilboðini um ítrív, terapeuttímar og rehabilitering. At miðsavna alt bókhaldið og finna pengarnar til hesa uppgávuna onkra aðra staðni enn á rakstrarjáttanini til røktarheimini. Og sum tað triðja mæltu leiðslurnar til at niðurleggja nøkur røktarheimspláss og javna sonevnda dagsprísin fyri tey (játtanina til hvørt einstakt búfólk, red.) út á tey røktarheimspláss, ið eftir eru.
Í brævi til Almannaverkið vístu leiðslurnar á røktarheimunum á, at dagsprísurin er útholaður. Prísurin samsvarar ikki longur við kostnaðarstøðið í samfelagnum, og tí røkka pengarnir ikki til meira.
- Tí má støða takast til, hvørjar tænastur og á hvørjum støði, húsfólkini á røktarheimum í framtíðini kunnu vænta at fáa, skriva leiðslurnar í felags brævi til Almannaverkið í mars.
Stjórin á Almannaverkinum sigur seg skilja kritikkin frá røktarheimsleiðslunum. Enntá vera samda.
- Eingin lønarframskriving hevur verið síðstu árini. Tað er fakta, og tað merkir also, at økið skal spara. Bara í ár kostar lønarframskrivingin umleið 1,5 millión krónur. So jú, á tann hátt kann man væl siga, at dagsprísurin er útholaður. Hetta er støðan, bæði hjá teimum stovnum, har Almannaverkið hevur avmarkað stýringsamboð, og har vit hava fulla ávirkan, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Hon hevur tó onga avgjørda meining um, hvørt dagsprísurin er tann rætti. Men hon ásannar, at fyrimunirnir av at savna eldri fólk í nýggj og størri røktarheim hevur ikki gjørt raksturin bíligari.
- Eg vildi mett, at har áttu at verið stórdrifts-fyrimunir. Men vit síggja teir ikki aftur í roknskapartølunum, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Almannaverkið fer í næstum undir at analysera, hvat hvør tænasta kostar. Alt frá at fáa búfólkið upp um morgunin, at geva fólki mat, koyra tað í bað og so framvegis.
- Vit vita ov lítið um, hvat hvør uppgáva kostar. Men seta vit tøl á hvørja uppgávuna og falda upp við búfólkini, so ber betur til at meta um, hvat er ein reellur prísur fyri at reka eitt røktarheim við nøkrum ávísum tænastum, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Sambært stjóranum á Almannaverkinum er høvuðstrupulleikin, at leiðslurnar á røktarheimunum siga seg ikki kunna stýra fyri teir pengarnar, sum verða játtaðir.
- Ta støðuna skilji eg. Men mín uppgáva er at halda játtanina á fíggjarlógini. Spurningurin er so, hvussu tú stýrir innan fyri teir fíggjarkarmar, sum nú einaferð eru. Og tað er tí, at sparingar framhaldandi verða gjørdar, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Spariætlanin
Almannaverkið, sum hevur ábyrgdina av játtanini á fíggjarlógini til ellis- og røktarheimini, var ikki nøgt við útspælið frá røktarheimsleiðslunum, sum í sínum lagi hava ábyrgd av at reka røktarheimini á forsvarligan hátt. Men 22. apríl varð ein spariætlan, ið røktarheimsleiðslurnar og Almannaverkið í felag høvdu snikkað saman, løgd fyri Almannamálaráðið. Í brævinum til landsstýriskvinnuna staðfestir Almannaverkið, at neyðugt verður at gera munandi tillagingar í tænastustøðinum fyri at halda játtanarkarmin.
Við brævinum til landsstýriskvinnuna fylgdi ein útgreinað spariætlan. Skjalið lýsir bæði tær sparingar, sum longu eru settar í verk, umframt aðrar sparingar, ið arbeitt varð við at seta í verk beinanvegin. Víst verður á, at longu nú verður spart uppá røktartímar, avloysarar verða ikki innkallað fyrsta og annan sjúkradag, maturin til vikuskiftini verður gjørdur niðurfyri og eisini skal meira gerast fyri at keypa bíligari mat, spart verður uppá innanhýsis førleikamenning, reingerðartímar og ítriv inni á røktarheimunum.
Millum nýggju spariátøkini er at samskipa náttarvaktirnar á røktarheimunum í Tórshavn, fyri á tann hátt at spara vaktir burtur. Sparast skal uppá feriuavloysarar og brúka somu terapeutar á fleiri røktarheimum.
Stýringin
Í samskiftinum millum Almannaverkið og Almannaráðið kemur greitt til sjóndar, at Almannaverkið, ið hevur ábyrgdina av samlaðu játtanini til raksturin av røktarheimunum kring landið – tilsamans 242 milliónir krónur í ár – metir seg ikki hava nóg góð stýringsamboð til at tryggja, at játtanin nú eisini kann haldast.
Eisini kemur til sjóndar, at leiðslurnar á einstøku røktarheimunum meta seg hava trupult við at fáa endarnar at røkka saman, uttan at tað gongur út yvir búfólkini.
Og sum tað triðja verður víst á, at eingin lønarframskriving er givin til eldrarøktina í ár, sammett við í fjør, og tað krevur upp aftur fleiri sparingar.
- Vit mæla tí til, at tillagingar verða gjørdar í lógargrundarlagnum, soleiðis at Almannaverkið fær neyðugu stýringsamboðini at tryggja eina skynsama fíggjarstýring á játtanini til ellis- og røktarheim, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
Sum støðan er í løtuni, mælir Almannaverkið tí til at áseta í lóggávuna, at meirnýtsla skal gjaldast av tí kommunu, har røktarheimið liggur.
- Almannaverkið metir tað vera alneyðugt, at ábyrgdarbýtið á eldraøkinum verður skipað soleiðis, at samanhangur millum gjald og vald gevur stovninum neyðugu amboðini at stýra rakstrinum og halda nýtsluna innan teir karmar, sum eru játtaðir á fíggjarlógini, sigur Petra Johnsdóttir Joensen.
FAKTA - Játtanin til eldraøkið
2010: 321,8 mió. kr, til 360 búpláss
2011: 326,2 mió. kr, til 358 búpláss
2012: 317,9 mió. kr, til 400 búpláss
2013: 337,7 mió. kr (umframt 4,1 mió í eykajáttan), til 469 búpláss
Talan er um netto-játtan á fíggjarlógini til eldraøkið, og fevnir játtanin um rakstur av ellis- og røktarheimunum kring landið og heimatænastuna. Boðanesheimið í Havn og røktarheimið á Grønanesi í Vestmanna lótu upp seint í 2012 og verður 2013 tí fyrsta árið við fullum rakstri á báðum heimum. Rakstrarjáttanin til hesi heim er ávíkavist 22,8 og 4,6 milliónir krónur, tilsamans 27,4 milliónir. Nakað verður tó spart á øðrum konti, tí eldri og óhjálpin fólk flyta úr øðrum tilboðum inn á nýggju røktarheimini.
FAKTA – soleiðis verða pengarnir játtaðir
Almannaverkið játtar pengar til raksturin av ellis- og røktarheimunum eftir einum sonevndum dagsprísi, ið er býttur í tveir bólkar. Ein dagsprís fyri vanligar røktarheimsbrúkarar, ið er 1314 krónur um dagin fyri hvørt búfólkið, og ein dagsprís fyri fólk við demens, ið er 1524 krónur um dagin fyri hvørt búfólkið. Tískil kostar eitt fólk á røktarheimi millum 480.000 og 556.000 krónur um árið. Harafturat veitir Almannaverkið stuðul til sambýli, har er stuðulin 940 krónur um dagin fyri búfólkið.
FAKTA – játtanin til Boðanesheimið
Boðanesheimið í Havn skuldi upprunaliga takast í nýtslu 1. oktober. Sambært fíggjarlógini fyri 2012 vórðu 7,8 milliónir settar av til Boðanesheimið, sum skuldi latast upp fyri 64 brúkarum, tann 1. oktober. Men tá Boðanesheimið kortini ikki lat upp fyrr enn 1. desember, valdi Almannaverkið, sum umsitur rakstrarjáttanina fyri landskassan, at lækka játtanina við tveimum triðingum, niður í 2,6 milliónir krónur. Men sambært roknskapinum fyri 2012 kostaði raksturin av Boðanesheiminum 4,9 milliónir í fjør, hóast heimið bara hevði opið í ein mánað, enntá bara við 16 brúkarum. Lønarútreiðslurnar vóru 2,1 million, umframt aðrar rakstrarútreiðslur á 750.000 krónur, áðrenn fyrsta búfólkið flutti inn.