Útreiðslurnar til heilsumál veksa skjótt

Ein uppgerð vísir, at OECD-londini nýttu 8,4 prosent av sínari bruttutjóðarframleiðslu í fjør til heilsumál. Árið fyri var parturin 8,1 prosent.

Heilsumál
Árni Joensen
Kanningin hjá OECD vísir, at í londum sum Svøríki, Finnlandi, Írlandi, Kanada, Avstralia og USA eru útreiðslurnar til heilivág øktar 70 prosent síðani 1990. Í Danmark er økingin í sama tíðarskeiði 47 prosent.
Verða OECD-londini tikin undir einum, vuksu útreiðslurnar til heilsumál 5,8 prosent í 2001. Orsøkin er dýrari heilivágur og dýrari viðgerðarhættir. Hinvegin liggja fólk stytri á sjúkrahúsi í OECD-londunum nú enn fyrr. Uppgerðin vísir, at í 1990 lógu fólk í meðal 8,8 dagar á sjúkrahúsi, men í 2000 var meðal dagatalið komið niður á sjey. Uppgerðin vísir eisini, at tað er serliga í Norðurlondum, at uppihaldið á sjúkrahúsi er stytt.
Samanborið við fólkatalið hevur USA tær størstu útreiðslurnar til heilsumál. Amerikanarar nýta góðar 31.000 krónur um árið fyri hvønn íbúgva til heilsumál. Næst er Sveits við góðum 20.000 krónum, og Noreg er á triðja plássi við 18.000 krónum fyri hvønn íbúgva. Í Danmark er talið 16.000 krónur.