Trend show ár 2000

Spennandi tiltak verður á Hotel Føroyum vikuskifti 20. og 21. oktober

Leygarkvøldið 20. og 21. november verða tvær stórar mótasýningar hildið á Hotel Føroyum, har klædnamótin inn í komandi øld verður sýndur fram fyri teimum, sum eru nóg skjót at keypa sær atgongumerki.


Tað, sum kanska er serligt við hesari framsýning í mun til onnur mótashow, er at tað í hesum føri eru veitarar av klæðum, sum standa fyri sýningini. T.v.s. teir sølumenn (M/K), sum selja til handlarnar.


Harumframt verður talan ikki bert um mótashow, tí tað verður eisini hildið eitt stórt sokallað TrendShow, sum í flestar mátar man vera minst líka spennandi sum sjálv mótasýningin.


Mótin í heyst

Sýningin verður býtt í tveir partar, har tann fyrri snýr seg um at sýna mótan fram til ársskifti. Mótin, tað sum eftir er av árinum, tykist at vera sera litríkur og festligur, soleiðis at vit á henda hátt kunnu markera, at tað nú einaferð er nakað serligt at vit skjótt skulu skifta ártúsund.

Hetta at síggja tað seinasta innan klædnamótan hevur altíð verið nakað, sum hugtekur fólk, og tískil er ikki annað væntandi, enn at áskoðararnir fara at hava eina góða løtu, meðan hugt verður eftir sýndu klæðunum.

Hóast sýningin sum so verður fyriskipað av teimum, sum selja til handlarnar, so verða tað føroysku handilsfólkini, sum gera av, hvørjum klæðum tey ymsu modellini skulu ganga í.

Eftir tí, sum vit hava frætt, so verður talan um nógv kend merki innan klædnamótan, so áskoðarunum nýtist ikki at óttast, at talan verður pløgg, sum nærum ikki eru keypandi, orsakað av prísinum.


TrendShow

Í seinna partinum av sýningini, tí sonevnda TrendShowinum, fara vit at síggja, hvussu mótin verður inn í komandi øld. Luttakandi handlarnir fara her at sýna fram, hvussu tey ímynda sær, at vit fara at ganga ílætin komandi ár.

Ivaleyst man hesin parturin verða mest spennandi partur av framsýningini, við tað at talan ivaleyst verður um eitt sindur eksperimenterandi móta.

Hóast eksperimenterandi, so nýtist hetta ikki at merkja, at talan verður um klæði, sum vit ongantíð sleppa at ganga í sjálvi. Heldur eiga vit at síggja upp á hetta sum ein part av tí, ið vit møguliga koma at lata okkum í innan alt ov langt er fráliðið.

Í hesum partinum vilja vit helst síggja, at mótin inn í næstu øld verður sera einfaldur og ljósur. Hetta fyri líka sum at markera, at vit nú byrja upp á eina nýggja tíð, har vit fara ódálkað inn.

Listin við sýndu merkjunum er sera langur, so eg skal ikki ramsa hesi upp á hesum síðum. At talan ikki verður um nakað keðiligt kvøld tykist tó verða heilt vist, tí nøvnini á matarlepanum áttu í øllum førum at borga fyri góðsku.


Fái ein posa við tykkum

Sjálvsagt ber ikki til at taka eina óavmarkaða nøgd av gestum inn til slíkt tiltak, og er tí neyðugt at keypa sær atgongumerki áðrenn farið verður niðan á hotellið.

Aftur fyri keypta atgongumerkið fáa allir gestirnir so ein gávupakka. Hvat er í hesum vita vit ikki, men tað tykist í øllum førum vera púra vist, at eingin fer vónbrotin av aftur hotellinum.


Sum sagt, so er bara at tryggja sær atgongumerki í góðari tíð. Atgonumerki eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, Vero Moda, Cheap í Klaksvík, N.J. Mortensen á Tvøroyri, Deild C í Runavík og á Toystovuni í Vági. Kostnaðurin fyri atgongumerkini er 95 kr.