? Trendy familjubilurin hjá Opel

Tað sæst á øllum brøgdum, at talan er um ein heilt nýggjan Zafira við einum meira dynamiskum sniði ? og hann sigst eisini at hava nógv betri koyrieginleikar

Á altjóða bilaframsýningini í Geneve í marsmánaði, var tann nýggi Opel Zafira sýndur fram.
Bilurin fæst í nógvum útgávum við nógvum ymsum motorum ? úrvalið er fjølbroyttari enn hjá kappingarneytunum, tí tú kanst velja millum motorar við 100 hk upp til 200 hk, motorar úr 1,6 litur til 2,2 litur. Dieselmotorarnir eru av hátøkniligu common rail motorunum.
Tann nýggi Zafira kemur á størru marknaðirnar í juli ? hann væntast til hendanvegin í august.
»Flex7« setraskipanin er eisini í nýggja Zafira, eins og ein nýggj og enn óroynd sóltakskipan fyri fyrstu ferð verður at síggja ? við innbygdum smálutarúmum.
Eins og vit kenna tað frá Opel Astra fæst Zafira eisini við IDSplus chassis (Interactive Driving System) við elektroniskari stoytdoyvingarskipan (C DC = Continous Damping Control), sum gevur bilinum sportligar koyrieginleikar. Ein onnur tøknilig nýskapan, sum á fyrsta sinni verður boðin út í bili í hesari støddini, er »lyktir, ið lýsa um hornið« ? stýringarstýrda Adaptive Forward Lighting (AFL) skipan við bi-xenon lyktum og dynamiskari kurvulýsing.
Tað er ovmikið av pássi í nýggja Zafira, fjølbroytni er í serflokki, og alt er lætt fáast við.
? Hetta er tað, sum okkara kundar vænta av einum modernaðum bili sum hesum, hevur Hans Demant, stjóri hjá Adam Opel AG sagt.
Í 1999 var Opel Zafira tann fyrsti familjubilurin við sjey setrum frá eini týskari verksmiðju og tann fyrsti bilurin av slagnum við eini triðju setrarøð, sum kundi leggjast heilt niður í dúrkið og harvið stúvast av vegnum. Tað var henda patenteraða Flex7 setraskipanin, sum var avgerandi fyri, at Zafira gjørdist so væleydnaður. Í Týskalndi legði Zafira seg beinanvegin sum nummar eitt í flokkinum ? og var har í fýra ár á rað. Higartil eru framleiddir 1,4 milliónir Zafira.
Nýggja sniðið av Zafira vísir týðuliga ættarbandið við Opel Astra. »Design-málið« frá Astra er endurtolkað og umsett til henda kompakta familjubilin. Sportliga gronin ber serligan dám av stóru luftinntøkunum í kúfangaranum, og sterkt markeraðar lyktir eru bæði framman og aftan. Framman er tann typiska trapezformaða kølaragrillin við Opelmerkinum og tí eyðkenda vatnrætta kromlistanum.
Í kabinuni sæst, at kønar hendur hava snikkað til ergonomiska bygnaðin. Øll tól venda móti føraranum ? sum røkkur øllum. Gearstongin stendur høgt uppi, og er tí løtt at brúka. Hetta skapar pláss fyri nýggja »u-designaða« hondbremsu handtakinum, sum nú er integrerað í mittarkonsollina millum forsetrini ? saman við einum eyka smálutarúmi.
Nýggju tólini í instrumentborðinum er hava nú kromkrans. Harafturat hevur bilurin ein stóran og lættlesiligan skíggja. Her síggjast allir neyðugir upplýsingar um »infotainmentskipanina« hjá bilinum, sum er lætt at handfara, eitt nú umfatandi DVD navigatión og tráleys Bluetooth tøkni.
Tá tað snýr seg um pláss og komfort er nýggja ættarliðið av Zafira framman fyri undangongubilin. Takkað verið longu ásafrástøðuni (2,703 metur) og nýinnrættan av plássunum er enn meira pláss til teir sjey persónarnar á trimum røðum. Flex7-skipanin er enn lættari at handfara og tryggjar størst fjølbroytni í dagligari nýtslu. Upp á fá sekund kann Zafira broytast frá 7-setrum til 6-, 4-, 3-, ella 2-, setur. Høgra forsetur kann bíleggjast við ryggleni, ið kann leggjast niður við borði, ið kann leggjast saman og eini stórari skuffu eitt nú til atlas. Alt eftir hvat brigdi tú velur av Zafira, fæst hann við upp til 30 praktiskum rúmum ? ein ideellur familjubilur.
Zafira við fimm setrum hevur 620 litra viðførisrúm, 20 litrar meira enn í gomlu útgávuni. FlexOrganizer skipanin frá nýggja Astra fæst eisini til Zafira. Í tveium vatnrøttum skinnarum í síðunum kunnu stroppar festast, krókar, rúmbýtarar og kassar.
Sum ekstra útgerð fæst panoramatakið við integreraðum smálutarúmum ? hetta er ein heimspremiera í tí nýggja Opel Zafira. Við fýra stórum glaspanelum fæst ein sera ljós kabina. Myrkt glas og ein sólskermskipan tryggjar verju móti sterkum sólarljósi. Í miðuni í loftinum eru fýra smálutarúm í ymsum støddum.
SAFETEC skipanin í Zafira ein ein framkomin trygdarskipan, ið er sett saman av øllum standard aktivum og passivum trygdarhjálpitólum. Skipanin umfatar ABS við elektroniskari bremsifordeiling, bremsiassistenti, eletroniska sabilitesskipanin EPSplus ? og harumframt sjalvsagt eisini airbag framman fyri førarasetrini, síðuairbag við serligari verju fyri búk/mjadnar og gardinairbag við fyrstu og aðru setrarøð. Eisini eru trygdarpedalir og alarmur fyri selanýtslu eins og ISOFIX besløg til montering av barnastólum í báðum síðum. Hann hevur eisini aktivar nakkastúttur framman, sensor fyri nýtslu av høgra forsetri og monitor, sum vísir dekktrýst kann fáast sum ekstraútgerð.

---

Fakta
Bilurin fæst við trimum dieselmotorum og fýra bensinmotorum. Megin er frá 100 til 200 hk:
Bensin:
200 hk 2,0 Turbo - toppferð 220 km/t
150 hk 2,2 við beinleiðis innspræning
140 hk 1,8
105 hk 1,6 liturs Twinport
Diesel:
Veljast kann millum tríggjar 1,9 l common rail turbo-diesel motorar sum gevur ávikavist 100, 120 og 150 hk.
Zafira fæst við 6-trins manuel gearkassa, sum er standard við 2,2 Direct og 2.0 Turbo og allir 1,9 CDTI motrar. 1.6 Twinport og 1,8 fáast við 5 -trins manuel gearkassa. Til 1,9 CDTI 120 hk og 150 hk kann fást ein 6-trins automatgerkassi við Active Select funktión og ein 4-trins automatgearkassi fast til 2,2 Direct. Saman við 1.8 liturs motorinum fer man eisini at kunna fáa eina víðari útvikling av tí automatiseraða manuella transmission Easytonic.