Trettan býráðslimir eru fýra ov fáir

  

Klæmint Olsen
?
Tórshavnar kommuna fevnir um 40% av Føroya fólki. Kommunan er tískil í heilt serligari støðu. Kommunan er so nógv størri enn allar hinar. Tíverri er fyrilit á ongan hátt tikið fyri hesum í nýggju kommunlógini. Hvørki so ella so. Heldur ikki, tá ið tað snýr seg um talið av býráðslimum.
Hyggja vit at øðrum kommunum í Føroyum, gerst beinanvegin greitt, at talan er um grefligt skeivbýti. Um ársskiftið verða vit knappliga 20.000 íbúgvar í Tórshavnar kommunu. Kommunala umboðanin er sostatt 1:1.500. Í Klaksvík er hon minni enn 1:500, og aðrastaðni sjálvsagt væl minni. Í Nuuk eru 17 býráðslimir, og har búgva færri enn 14.000. Í Danmark skal býurin vanliga vera reiðuliga stórur - nakað væl størri enn Havnin - áðrenn býtið gerst 1:1.500.
Avmarkaða talið av býráðslimum í Havn skríggjar sostatt til himins. Fólkaræðið í økinum verður ikki virt. Ikki bara er torført hjá smærri flokkum at vinna sær umboðan, men hjá einum uttanflokkalista ella áhugabólki er tað so at siga ógjørligt. Og er ikki okkurt grundleggjandi galið, tá ið eitt øki hevur sama tal av løgtingslimum og kommunustýrislimum?
Lukkutíð er tørvur ikki á nakrari lógarbroyting, tí kommunulógin heimilar upp til 17 býráðslimir, hóast tað helst átti at verið hægri. Talan er tí bara um eina lítla broyting av starvsskipanini. Tá ið býráðið ikki sjálvt skjýtur hetta upp, er einki meira natúrligt, enn at landsstýrismaðurin í kommunumálum fer til verka og rættar stóra órættin. Hann er eftirlitsmyndugleiki, og hann skal góðkenna starvsskipanina. Treingir landsstýrismaðurin til eina grundgeving, kann hann vísa til, at sam-anleggingar hava verið, og at kommunan er stórliga vaksin.
Hetta skriv er tískil sent landsstýrismanninum í kommunumálum við áheitan um alt fyri eitt at gera nakað við málið. Tórshavnar kommuna og flokkarnar á løgtingi hava eisini fingið avrit.