Trettan nýggjar master í heilsuvísindum

Føroyska samfelagið gjørdist í vikuni eitt sindur ríkari, tá 13 kvinnur fyri fyrstu ferð kundu kalla seg master í heilsuvísindum, aftaná at hava vart ritgerð í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.


Fróðskaparsetur Føroya upplýsir á heimasíðu síni, at talan er um eina fýra ára útbúgving, ið endar við einari masterritgerð. Og evnini, ið tær valdu at skriva um spenna víða.


- Eitt nú eru hesi innan psykiatri, bráðfeingis sjúkrarøkt, heimarøkt og krabbameinsviðgerð/røkt. Við hesum hava tær eisini verið við til at lyfta og geva eitt betri innlit í sera viðkomandi partar av føroyskum heilsuvísindum, skrivar Fróðskaparsetri á heimasíðu síni.


Tær sum nú kunna kalla seg fyri master í heilsuvísindum eru Elsa Johannesen, Birna Mohr Joensen, Sonja Nielsen, Karin Olsen, Siborg í Stórustovu, Marjun Poulsen, Sólrun Joensen, Marja Lund Gjógvará, Laila Olgarsdóttir, Jana Dalsgarð, Jórun Højgaard, Maria Hammer Olsen og Turið Jacobsen.