Treytaða fongsulsrevsing fyri grovt fíggjarsvik

Í hálvtannað ár snýtti 34 ára gamli maðurin arbeiðsgevara sín. Í dag var hann dømdur eitt árs treytaða fongsulsrevsing fyri fíggjarsvik, umframt at hann skal rinda arbeiðsgevaranum 600.000 krónur í endurgjaldi.

Ákærdi greiddi frá, hvussu hann í hálvtannað ár hevði misnýtt atgongd sína til tippingskipanina. Hann greiddi frá, at tað byrjaði í smáum, men seinastu tíðina hevði hann skrásett eini 5, 10 veddingarseðlar, men at hann ikki rindaði fyri meiri enn tann eina. Tó so, um hann vann, avheintaði hann sjálvandi vinningin.

Tó at handilin hevði eina leiðreglu um, at ein ikki skuldi skráseta sínar egnu veddingarseðlar, var tað eingin sum hevði yvirlit. Hann kundi tí ótarnaður skráseta seðlar bæði áðrenn og aftan á upplatingar- og afturlatingartíð.

Hann veit ikki, hvussu nógv hann á hendan hátt hevur stolið frá sínum arbeiðsgevara, ei heldur, hvussu nógv hann hevur vunnið, men heldur sjálvur, at tær 600.000 krónurnar, sum ákæruvaldið hevur lagt til grund í ákæruni, eru á góðari leið.

Maðurin játtaði seg beinanvegin sekan, tá hann var ákærdur fyri málið fyri hálvum øðrum ári síðani og hevur hjálpt løgregluna í kanningararbeiðinum. Longu í fjør kom maðurin ásamt við arbeiðsgevaran at rinda pengarnar aftur. Alt hetta metti verjin átti at talan manninum til fyrimuns, ikki minst, at tað hevði tikið so langa tíð hjá ákæruvaldinum at koma í rættin við málinum.

Dómarin var samdur við verjanum og valdi, hóast hann legði dent á, at talan var um eitt álvarsamt lógarbrot, at gera dómin hjá manninum treytaðan. Hann vísti á, at maðurin beinanvegin játtaði seg sekan, at hann hevur játtað at rinda peningin aftur og at hann annars er órevsaður.

Maðurin fekk tí eitt árs treytaðan dóm við eini royndartíð í tvey ár. Í royndartíðini skal hann eisini gera 200 tímar av óløntari samfelagstænastu innan eitt ár. Maðurin skal rinda arbeiðsgevaranum 600.000 krónur umframt sakarmálskostnaðin.