Sandsprestur, Jákup Reinert Hansen hevur gjørt vart við, at hann harmast um mína samanbering millum hann og fornu sandsprestarnar Harra Klæmint og Kálv Lítla. Sandsprestur heldur, at samanberingin kann skiljast sum hann hevur somu eginleikar sum hesir báðir prestar í teirra dagliga levnaði.
Higani verður biðið um treytaleysa umbering fyri at eg hava orðað meg so klossut, at lesarin kann halda, at Jákup Reinet Hansen er sami jassur sum Harra Klæmint og Kálvur lítli.
Samanberingin bygdi einans á, at Jákup Reinert Hansen hevur verið so trúgvur í tænastu í Todnesi, at hann minnir um sínar undanmenn hesum viðvíkjandi og bara hesum. Kálv Lítli var seinasti katólski presturin í Sandoynni og var tiltikið illmenni. Hann endaði sínar dagar undir bøðilsins hond. Harra Klæmint var prestur mong ár eftir. Hann kom til Føroyar blóðfátækur, og tá hann andaðist átti hann 60 merkur í ognarjørð. Hann er enn ímyndin av kraddaralyndi og óreiðiligheit. Hetta stendur at lesa Færøske Folkesagn og Eventyr, bind 1. eftir Jakob Jakobsen.