Treytirmar eru ikki ræðandi

Møguleiki er fyri, at onkur feløg taka seg úr Føroyaøkinum, nú treytirnar eru kunngjørdar, men tað kann eisini henda, at nýggj feløg leita henda vegin ístaðin. Amerada will go for it sigur stjórin í Amerda Hess.

Sum heild tykjast treytirnar, sum vórðu kunngjørdar á oljuráðstevnu í Aberdeen herfyri, ikki at koma illa við hjá flestu av oljufeløgunum. Sjálvandi hava verið gitingar, og sum Sosialurin skilur, liva treytirnar til 1. útbjóðing upp til hesar gitingar - at talan verða um treytir, sum eru linari enn tær norsku men harðari enn tær bretsku.

Øll oljufeløgini, sum higartil hava fylgt gongdini á Føroyaøkinum, vóru við á oljuráðstevnuni í Aberdeen. Eitt teirra er Amerada Hess, sum hevur verið í Føroyum síðani 1994. Eftir ráðstevnuna tosaðu vit tveir av stjórunum í felagnum, Richard Hardmann, stjóri fyri altjóða leiting og Jan Evensen, sum stendur á odda fyri virkseminum á Atlantsmótinum.

Blaðið skilur á teimum báðum, at treytirnar eru ikki ræðandi, tó at teir aftur og aftur undirstrika álvaran í, at umstøðurnar við Føroyar eru ómetaliga váðiligar, og at møguleikarnir fyri at gera stór fund, sum eru neyðug fyri at viga upp ímóti stóru íløgunum, enn eru í óvissuni. Hetta samanlagt ger, at tað er einki minni enn gambling at fara undir leiting á djúpum vatni við Føroyar. Men Amerada Hess, sum longu hevur brúkt nógvar pengar uppá Føroyaøkið og harvið hevur sagt A vil eisini siga B.


Praktiskt uppskot

Richard Hardmann ásannar, at treytirnar eru ikki eins attraktivar sum fyri bretska økið. Hann ásannar eisini, at her er talan um eitt sera torført øki. -Oljumálastýrið hevur gjørt eitt uppskot, sum er rættiliga praktiskt. Eg rokni ikki við, at treytirnar fara at ræða nógv oljufeløg burtur, men møguliga nøkur. Tað hevur eisini nakað við tað at gera, um tú roknar við, at oljuprísirnar framhaldandi fara at vera høgir og hvat so hendir, um teir lækka aftur!

Richard Hardmann sigur, at teir ætla sær ikki at rýma úr Føroyum, hóast treytirnar kanska ikki gjørdust heilt tað teir høvdu vónað.

-Veruligi spurningurin fyri okkum er, um vit fara at finna hesi oljufeltini. Og tú nýtist at finna veruliga stór felt fyri at tað skal løna seg.

Jan Evensen, sum hevur staðið á odda fyri fyrireikingunum til oljuleiting við Føroyar, heldur talan verða um eina praktiska skattaloysn. Hann er ikki serliga ovfarin, men undirstrikar eins og arbeiðsfelagin, at talan er um fleiri torførari treytir enn tær tú hevur í Bretlandi.

Hann heldur, at tað verða nøkur feløg, sum sleppa takinum og fara út á síðulinjuna, men tað vilja eisini vera feløg, sum halda fram, tí tey síggja møguleikar.

-Men vit hava enn ikki í forkanningunum funnið nøkur av teimum stóru feltunum, sum vit høvdu vónað, so talan er um gambling, og talan er um sera stóran váða. Men vit halda, at har eru møguleikar og mugu so bora nakrar brunnar fyri at fáa meira at vita um hesar møguleikar og at síggja, hvat vit so gera.

-Amerada will go for it leggur Jan Evensen aftrat.


Læra av Falklandsoyggjunum

-Vit mugu hyggja at Føroyaøkinum sum eitt jomfrúuligt øki. Tú kanst koma út fyri bæði góðum og minni góðum yvirraskilsum. Um eitt felag ikki vil váða nakað, so hoyrir tað ikki heima við Føroyar sigur Richard Hardmann.

Hann vísir í hesum sambandi á, Shell hevur tikið seg úr økinum m.a. av teirri orsøk. Shell tykist vilja læra av ringu royndunum aðrastaðni, men heldur halda seg til tað trygga. Richard Hardmann vísir á, at Shell var saman við Amerada á Falklandsoyggjunum. Allir vóru sera vónsviknir av royndunum har, tí har var einki.

-Tekur tú ein váða á teg, so roknar tú eisini við at fáa eina munandi samsýning, ella sum hann málber seg ?high risk should equal high reward?. Hann vísir á, at landsstýrið ætlar at taka góð 57% í skatti, um talan er um eitt sera lønandi felt. Kanska er tað í lagi, men so má tað vera eitt sera sera lønandi felt, undirstrikar Richard Hardmann.

Í byrjan vóru eini 24 oljufeløg, sum høvdu áhuga í Føroyaøkinum. Við samanleggingum og yvirtøkum er hetta talið vorðið til eini 17. -Eg rokni við, at eini 3-4 feløg fara at taka seg úr økinum, og kanska nøkur onnur fara at koma inn í økið sigur Jan Evensen. Tá avtornar verður kanska talan um einar 4-5 bólkar við millum 15-18 feløgum, sum fara at søkja.

Amerada vónar at kunna bora ein ella tveir brunnar í 2001, sjálvandi alt eftir hvørjar lisensir teir fáa sigur Jan Evensen.

Teir eru annars nøgdir við valið av blokkum, tí teir umboða tey mest áhugaverdu økini. So hetta er eitt skilagott val í eini fyrstu útbjóðing.

Jan Evensen viðgongur eisini, at hann er sera væl nøgdur við karmarnar kring sjálvan lisensin eitt nú lisenstreytir fyri, hvussu nógvar brunnar tú skal bora og onnur praktisk viðurskifti.

Hann kallar skattakrøvini sera pragmatisk og er nøgdur við tað. Tvs. at verða stórar oljukeldur funnar, so fáa báðir partar ágóðan.

-Men eru nokk av góðum teigum til allar bólkar.

-Hatta er ein sera góður spurningur, sum er ómøguligur at svara, tí tað vit vita frá bretskum øki er, at feløgini hava sera ymiskar metingar um økini.