Triði hvør fransmaður saknar frankin

Í Fraklandi vísir ein meiningakanning, at meiri enn triði hvør fransmaður vil hava Frakland burtur úr evrusamstarvinum og tann gamla frankin aftur.

Kanningin vísir, at tað eru serliga tey lágløntu, sum sakna frankin. Heili 65 prosent av teimum vildu heldur havt frankin enn evruna. Millum tey við hægri inntøku eru tað harafturímóti bara 12 prosent, sum vilja hava frankin aftur. Samanlagt vilja 36 prosent av við evruna, men 60 prosent vilja varðveita hana sum gjaldoyra.

Í kanningini, sum tíðindatænastan France24 almannakunnger, siga 44 prosent av teimum spurdu, at í teirra hugaheimi er evran ein forðing fyri, at skuldarkreppan í Evropa verður loyst.