Triði hvør styðjar stjórnina

Ein stórur triðingur ella 35 prosent av teimum íslendsku veljarunum styðja stjórnina hjá Jóhonnu Sigurðardóttur, forsætisráðharra. Tað vísir ein nýggj Gallup-kanning, sum íslendska sjónvarpið almannakunngjørdi í gjárkvøldið. Sostatt er veljarastuðulin tódnaður tvey prosentstig síðani seinastu kanning. Tá altingsval var seinast, fingu stjórnarflokkarnir 60 prosent av atkvøðunum.

Eftir kanningini hjá Gallup hevði Sjálfstæðisflokkurin verið størstur við 36 prosentum, um val hevði verið nú. Samfylkingin hevði fingið 23 prosent, Vinstra Grøn 17 prosent og Framsóknarflokkurin 16 prosent, og sambært Morgunblaðnum er bara talan um smávegis broytingar síðani seinasta heyst. 12 prosent vita ikki, hvar tey høvdu sett krossin.

Í kanningini siga 15 prosent, at høvdu ikki farið á val.