Triði unglingurin deyður

Tríggir unglingar eru nú deyðir eftir ferðsluvanlukkuna í Øravík leygarnáttina

Ferðsluvanlukkan í Øravík leygarnáttina hevur kravt sítt triðja mannalív. Mánadagin doyði 19 ára gamli maðurin, ið hevur verið í lívsvanda síðan tilburðin. Sostatt hava ein 18 ára gamal og tveir 19 ára gamlir unglingar latið lív av vanlukkuni.


Ørvingurin, ið slapp frá vanlukkuni við lívinum er sera illa sundurbrotin. Kortini verður sagt, at tað ikki stendur um lív. Hesin fjórði unglingurin í vanlukkuakfarinum er 18 ára gamal.