Triði yvirgangsmaður, ið framdi álopini í Londin í vikuskiftinum, er nú navngivin.
Talan eru um mann, ið eitur Youssef Zaghba. Hann er uppvaksin í Marokki og í Italia. Hann hevur í nøkur ár verið undir eftirlitið av italsku myndugleikunum, sum persónur, ið var sannlíkur at fremja yvirgang.
Seinastu árini hevur hann tó búð í London.
Tað skriva bretskir fjølmiðlar í dag.
Sjey fólk lótu lív og onnur 48 blivu løstaði tá tríggir mans koyrdu á fólk á London Brigde og stungu frá hond í Borough Market.
Hinir báðir, ið vórðu við vórðu Khuram Butt og Rachid Radouane. Allir tríggir blivu skotnir av løgregluni eftir tilburðirnar.