Fótbóltur
EB/Streymur vitjaði tvær ferðir á Sandi í fjør, og báðu ferðirnar fingu teir fulla úrtøku.
Nú talan er um tvær hálvfinalur, kann minni eisini gera tað, men tað er einki at ivast í, at gestirnir mugu roknast sum favorittar undan dystinum í dag.
Tveir resta á Sandi
EB/Streymur hevur eisini fyrimun, tá um ræður manningarspurningin til dystin. Bárður Olsen var leikbannaður seinast, men hann er nú aftur tøkur hjá Sigfríði Clementsen, og í aðrar mátar er hópurin ikki skerdur.
Hjá B71 noyðist venjarin, Eli Hentze, at vera tveir spælarar fyriuttan. Símin Hansen fekk reytt kort í Gundadali móti HB, og tað leikbannið má hann sita av sær í kvøld.
Anders Nielsen fór tá eisini av vøllinum við skaða, og tað er lítið, sum bendir á, at hann longu nú er tøkur aftur.