Triðja hvør almenn løn í Havn verður skattað aðrastaðni

- Eg síggi ikki ein fyrimun við at flyta stovnar út um landið, sigur Heðin Mortensen

 

Í gjár førdi enn ein politikkari, hesa ferð Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík og løgtingslimur fyri Sjálvstýri, at man burdi hugt nærri at, hvørjir almennir stovnar kunnu flytast út um landið.

 

Tað verður tó ikki uttan mótstøðu, at tað verður gjørt.

- Man hevur prøva tað so mangan fyrr, men eg haldi slett ikki tað er skilagott yvirhøvur, sigur Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn og nú tinglimur fyri Javnaðarflokkin.

 

Hann heldur, at vit eiga heldur at gagnnýta tær íløgurnar, sum vera gjørdar í samferðslukervið í Føroyum.

- Hví byggja vit bæði vegir og tunlar, tað er nemliga fyri at koma til ein miðstað, eitt kraftsentur, har tú kanst fáa allar tænastur á einum stað, sigur hann.

 

- Tá suðringar og onnur koma, vilja tey sleppa at gera øll síni ørindi á enum stað. Tì hava teir eisini lagt høvuðsstaðum her hann liggur, í miðøkinum í Føroyum, frá gomlum tíðum av, sigur tinglimur Javnaðarfloksins.

 

Heðin Mortensen vísir eisini á, at talan í summum førum er um meiri enn bara at flyta arbeiðspláss.

- So leingi eg eri í løgtinginum kemur tað ikki upp á tal. Tú flytir ikki bara arbeiðspláss, men er í vanda fyri at slíta familjur sundur. Eg síggi ikki ein fyrimun í tí fyri at siga akkurát sum er, sigur hann.

 

Fyrrverandi borgarstjórin heldur, at tað lutfalsliga munnu vera fleiri almenn arbeiðspláss t.d. í Klaksvík enn í Havn, tá sjúkrahús, skúlar og ellisheim eru tald við.

 

Hann vil heldur ikki hava sitandi á sær, at allar almennar lønir enda í Havn, tí, sigur hann, nógv, sum arbeiða í Havn, búgva uttan fyri Havnina. Tær lønirnar og skattakrónurnar enda tí aðrastaðni enn í Havn, hóast arbeiðsplássið er her.

- Tú skalt minnast til, at tað koma nógv fólk til Havnar og tjena sína dagligu løn her í Havn. Tað er positivt, soleiðis skal tað vera, men tað merkir eisini, at triðja hvør króna, sum verður vunnin í Havn, verður skattað aðrastaðni.

 

- Kemur tað fyri tingið, so vænti eg ikki, at fleiri tingfólk taka undir við hasum. Í øllum førum við mær í samgongu komi eg slett ikki til at taka undir við hasum. Yvirhøvur, sigur Heðin Mortensen.

 

- So leingi eg eri har, fari eg at verja tey arbeiðspláss, sum eru, og fari ikki at smildra nakað sundur, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Heðin Mortensen