Tað vóru óvanliga nógvar blankar atkvøður í Mikladals kommunu á kommunuvalinum í síðstu viku.
Fólk á Trøllanesi og í Mikladali velja limirnar í Mikladals kommunu, og triðja hvør atkvøða, sum tey sleptu niður í atkvøðukassan, var blank.
Orsøkin til hetta er, at tað er stór misnøgd á Trøllanesi við viðurskiftini í kommununi, og uttan at nakar kann siga tað við vissu, eru ivaleyst flestu av teimum blanku atkvøðunum komnar frá fólki á Trøllanesi.
Formaðurin í valstýrinum í kommununi er Jógvan Joensen av Trøllanesi.
- Vit kunnu sjálvandi ikki vita, hvat fólk hava atkvøtt, men tað eru uttan iva nógv fólk á Trøllanesi, sum hava atkvøtt blankt, heldur hann.
Eingin av Trøllanesi stillaði upp
51 fólk høvdu valrætt á valinum hesaferð, og av teimum eru 12 fólk á Trøllanesi. 46 fólk vóru á vali, og av teimum atkvøddu 15 blankt.
- Tað er óvanligt, at so nógvar blankar atkvøður eru í Mikladals kommunu. Men orsøkin til tað er helst, at tað er misnøgd við ymisk viðurskift, sigur Jógvan Joensen, formaður í valstýrinum og fyrrverandi bygdaráðslimur.
Ein listi var til kommunuvalið hesaferð, og tað vóru bara fólk í Mikladali, sum stillaðu upp.
Vanligt hevur verið, at bæði fólk úr Mikladali og av Trøllanesi hava verið á listunum, sum hava verið gjørdir til kommunuvalið. Men hesaferð gjørdu fólk í Mikladali sín egna lista uttan fólk av Trøllanesi.
Kanska er orsøkin til tað, at á seinasta valinum fingu fólk á Trøllanesi meirilutan í bygdaráðnum.
Listin hjá teimum í Mikladali gjørdi, at fólk á Trøllanesi kendu seg sett til síðis, og tey høvdu ikki hug at gera sín egna lista til valið. Og tað er helst eisini orsøkin til, at so nógvar blankar atkvøður vóru á valinum.
Stríð um skúlan
Misnøgd er eisini millum fólk á Trøllanesi, tí skúlin á Trøllanesi ikki verður brúktur. Bygdaráðið avgjørdi seint í áttatiárunum, at øll børnini í kommununi skuldu ganga í skúlanum í Mikladali.
Í løtuni eru seks børn úr hvørjari bygd í skúlaaldri, og eftir summarfrítíðina verður eitt fleiri á Trøllanesi. Tí halda fólk í bygdini, at skúlin á Trøllanesi eisini átti at verið brúktur eisini.
- Eitt tað seinasta fráfarandi bygdaráð gjørdi var at samtykkja, at skúlin skuldi takast í nýtslu aftur. Men spurningurin er, um tann avgerðin verður gjøgnumførd, sigur Jógvan Joensen, sum er ein av teimum, sum nú fer frá.
Saman við Jógvani Joensen sótu eisini Anja Eliasen og Bárður Østerø av Trøllanesi í fráfarandi bygdaráðnum
Viðurskiftini eru broytt
Umframt málið um skúlan á Trøllanesi, er misnøgd eisini um onnur viðurskifti hjá kommununi.
Millum annað um eitt lán upp á eina millión krónur, sum varð tikið í áttatiárunum, og sum hevur kostað kommununi nógvar pengar í rentum.
- Tað plagdi at verða góð viðurskifti millum bygdirnar, men eftir at beint varð fyri skúlanum á Trøllanesi, hevur misnøgd verið millum fólk, sigur Jógvan Joensen.
- Tað er spell, at báðir skúlarnir ikki verð brúktir, tí tað gera tey í hini kommununi í oynni, sigur hann.
Í nýggja bygdaráðnum í Mikladals kommunu sita Markus S. í Norðnástovu, Christian Andreasen og Sigrun Heldarskarð.
Kommunuval í Kalsoynni
Tvær kommunur eru í Kalsoynni - Mikladals kommuna og Húsa kommuna.
Til Mikladals kommunu hoyra bygdirnar Mikladalur og Trøllanes, meðan hinar báðar bygdirnar í oynni - Húsar og Syðradalur - manna Húsa kommunu.
Á kommunuvalinum hesaferð høvdu 51 fólk vælrætt í Mikladals kommunu, og í Húsa kommunu høvdu 37 fólk valrætt.
Fimm fólk hava sitið í bygdaráðunum í oynni, men nú er tal minkað niður í trý fólk.