- Sum eg havi sagt við hinar fjølmiðlarnar vil eg ikki úttala meg, fyrr enn triðja viðgerð av eykajáttanini til Kringvarpið hevur verið fyri í Løgtinginum.
Tað sigur Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum.
Hann heldur ikki, at tað gevur meining at úttala seg, fyrr enn uppskotið um eykajáttan er liðugt avgreitt í tinginum.
- Tú veit ongantíð, og verður nakað broytt millum aðru og triðju viðgerð, so stendur tú í einari heilt nýggjari støðu. So eg havi valt ikki at siga nakað, fyrr enn málið er avgreitt, sigur Dia Midjord.
Tað stendur tó greitt, at uttan mun til hvat hendir, so standa tær níggju uppsagnirnar við, og tey fólkini, sum er bundin at Kringvarpinum í tíðaravmarkaðum starvi, fáa neyvan starvstíðinba longda, tá hendan rennur út ávikavist 1. januar og 1. februar.
- Hesar uppsagnirnar vórðu veruleiki uttan mun til, um tað almenna játtar nakrar pengar ella ikki. Tær høvdu komið, sjálvt um Kringvarpið fekk játtað 3,6 milliónir krónur. Eg fari ikki at úttala meg um, hvørjar avleiðingarnar verða, um eykajáttanin verður skorin úr 3,6 milliónum niður í 1,9 milliónir krónur, men fólk kunnu sjálvi leggja tvey og tvey saman, sigur Dia Midjord.
Tey níggju, sum hava fingið ætlanarskriv um uppsøgn, hava 14 dagar at svara í. Hetta er fyri stóran part fólk, sum koma alla staðni frá í skipanini.
- Tíðindadeildin hevur verið sera illa mannað, men uppsagnirnar raka yvir alla skipanina. Nú mugu vit so bíða eftir triðju viðgerð av uppskotinum um eykajáttan til Kringvarpið, og tá tað málið er avgreitt, vita vit betri, hvussu støðan er hjá okkum, sigur Dia Midjord, stjóri.