Sum vit áður hava hoyrt í dag, kom nýggja uppsjóvarskipið hjá reiðarínum Thor í Hósvík á Havnina í morgun, og klokkan 13 varð skipað fyri almennari móttøku á Vestaru Bryggju.
Hóast Hoyvík er smíðaður á Sterkoder í Noregi í 1979, er skipið í góðum standi, nú tað enn einaferð er á føroyskum hondum. Skipið er nevniliga umbygt og nútímansgjørt fyri miljónir.
Føroyska Sjómansmissiónin, sum eigur viðheftu mynd, ynskir á sínari Facebook-síðu í dag reiðarínum Thor tillukku og Guds signing við Hoyvík.
Hetta er triðju ferð, at skipið er heimahoyrandi í Føroyum - fyrst sum Gullfinnur, siðan Høgaberg og nú sum Hoyvík.
Ætlandi verður farið til fiskiskap fyrst í næstu viku. Hoyvík lastar stívliga 2000 tons.